Í dag var síðsti arbeiðsdagur í superliguni í 2019 hjá føroyska Viljormi Davidsen.
Føroyski landsliðsspælarin var saman við liðfeløgunum í Randers. Orsaka av sjúku var Viljormur ikki millum teir fyrstu ellivu fyri einari viku síðani.
Í dag var Viljormur Davidsen aftur millum teir fyrstu ellivu soleiðis, sum hann – burtursæð frá fyri einari viku síðani – hevur verið allar ferðirnar í hesum kappingarárinum.
Vejle tapti 2-0. Tað var málleyst eftir fyrra hálvleik. Tá ið seinna umfarið var sjey minuttir gamalt, vísti máltalvan 2-0.
Í Vejle iðra teir seg sjálvandi um, at teir í fyrra hálvleiki misnýttu risa stóran møguleika.
Viljormur Davidsen var ein av trimum Vejle spælarum, sum sóu gula kortið.
Fyrsta umfarið eftir vetrarsteðgin verður 10. februar. Tað eru seks umfør eftir í grundspælinum, og avbjóðingin hjá Vejle er stór. Liðið er næstaftast við sekstan stigum og er harvið á niðurflytingarplássi.