Viljormur er á toppinum

Føroyski landsliðsspælarin og liðfelagar hansara í Vejle eru topplið eftir sigur á útivølli ímóti Esbjerg

Tað verður talt niður til HM undankappingardystin ímóti Portugal. Hann verður á útivølli hósdagin 31. august.

 

Í gjár vóru tríggir landsliðsspælarar í íslendsku steypafinaluni, tá ið Jónas Þór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu og ÍBV vunnu 1-0 ímóti FH við Gunnari Nielsen millum stólparnar.

Í dag hava Viljormur Davidsen og Vejle lyft seg heilt upp á toppin í næstbestu donsku deildini. Talan var um grannauppgerð og toppdyst í Esbjerg, tí bæði liðini høvdu fulla úrtøku eftir tvey tey fyrstu umførini.

4241 áskoðarar møttu á Blue Water Arene. Tað er heilt nógv, tá ið tað er í næstbestu donsku deildini. Millum áskoðararnar vóru nógvir Vejle fjepparar. Fótbóltslagið í gamla fótbóltsbýnum Vejle er batnað nógv. Sigursvanda felagið hevur leingi verið í tungum sjógvi, og nú sær betri út.

 

Vejle vann 2-1 og er harvið einsamalt topplið við fullari úrtøku eftir trý umfør.

Viljormur Davidsen var aftur í dag tryggur á vinstra vongverja.

Sunnudagin skal Vejle spæla í Skive, mikudagin í aðru viku – 23. august - verður heimadystur ímóti Brabrand, og sunnudagin 27. august verður Vejle á heimavølli í Nørreskoven ímóti FC Roskilde.

Og so verður landsdysturin í Portugal á skránni hjá Viljormi Davidsen og hinum føroysku landsliðsspælarunum.