Viljormur eigur nú metið einsamallur

Í kvøld er tað staðfest. Viljormur í Heiðunum Davidsen er tann útlendingurin sum hevur spælt flest almennar dystir fyri Vejle

"Det er Viljormur Davidsen der bærer anførerbindet i aftenens kamp. Rekord-færingen spiller i aften sin kamp nr. 182 for Vejle, og tager rekorden for flest spillede kampe blandt klubbens udenlandske spillere. "

Soleiðis skrivar almenna Twitter síðan hjá Vejle.

Gamla metið átti Julian Barnett, ið spældi við Vejle millum 1983-1987. Hann spældi 181 almennar dystir fyri Vejle. Fyri hvønn dyst Viljormur spælir framyvir endurnýggjar hann metið, sum tann útlendingurin sum hevur spælt flestar dystir fyri Vejle. 

Vejle spælir í kvøld móti FCK í Parkini í Keypmannahavn. Viljormur hevur fingið heiðurin at vera liðskipari hjá Vejle í kvøld. 

Vit hava meir um dystin og metið hjá Viljormi seinni í kvøld. FM1 ætlar at fáa Viljorm á tráðin aftaná hondbóltsdystin millum KÍF og Team Klaksvík, ið Sjúrður H. Hoydal sigur frá í løtuni