Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag, ber til at lesa um reyða kortið hjá Viljormi Davidsen, sum hann fekk fyri Vejle BK um vikuskiftið. Hann hevur bara gjørt trý fríspørk í allari kappingini, men hetta gav reytt kort.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
- Eg hugsaði 'shit'! Eg hevði vænta at sæð gult kort. Havi aldrin fingið so nógva uppmerksomheit fyrr. Eg havi verið yvirskrift á øllum miðlum, og øll eru samd í, at hatta var ein feildøming, uttan dómarin, sum ikki vil missa andlit, sigur Viljormur Davidsen millum annað, tá hann svarar fimm spurningum í ÍtróttarSosialinum í dag.
Les eisini um A-landsliðið og U21-landsliðið, sum hava nakað at prógva í komandi viku. A-landsliðið skal reisa seg, eftir tapið móti Kosovo, meðan U21-landsliðið skal prógva, at teir eru komnir víðari frá 3-0 ósigrunum móti Litava og Kosovo.
Les eisini um dystin hesa vikuna á Skála, har HB nú er ájavnt metinum hjá B36 frá 2011. Síggj eisini liðið hesa vikuna, har botnliðini gera innrás.
Les eisini um hondbóltslandsliðið, sum hevur spælt venjingarlandsdystir í Finnlandi, meðan kvinnurnar hjá H71 gera um seg í oddinum í landskappingini.