Viljormur Davidsen til norskan fótbólt

U21 landsliðsleikarin skiftir til norskan fótbólt og spælir við Jerv kappingarárið út. Tað skrivar Agderposten.no í dag.

 

Viljormur Davidsen hevur annars spælt við NSÍ seinastu dystirnar, eftir at sáttmálan við FC Fyn gekk út. Hann gjørdi greitt, at hann ætlaði at koma víðari og bara kom heim at venda.

 

Jerv spælir í triðbestu deildini í Noreg og sum skilst á blaðnum, so er sáttmálin galdandi fyri restina av kappingarárinum.