Vejle og Viljormur Davidsen fingu eina góða byrjan upp á kappingarárið í næstubestu donsku deildini, tá ið felagið vann ársins fyrsta dyst 2-1 á heimavølli ímóti Brønshøj.
Tað byrjaði annars ikki serliga væl. Gestirnir løgdu seg á odda longu í 10. minutti, tá ið Sebastian Dalgaard umsetti brotsspark til mál. Løtu seinni fekk Brønshøj tó ein mann útvístan og Vejle legði trýst á.
Átta minuttir fyri hálvleikssteðgin bragdaði, og var tað Viljormur Davidsen, sum stóð fyri útjavnandi málinum. Bólturin fall fyri føturnir á honum og frá brotsteigarmarkinum langaði hann bóltin í mál til 1-1.
Vejle var eisini omaná í seinna hálvleiki, og teir megnaðu eisini at fáa sigurin í land. Christian Sivebæk stóð fyri einasta málinum í seinna hálvleiki, og kundu Vejle og Viljormur Davidsen harvið fegnast um, at teir hava fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið.
Næsti dystur hjá Vejle verður 3. august á útivølli ímóti Fredericia.