Viljormi tørvar liðfelagar

Í løtuni eru bert fimm leikarar í Vejle Boldklub, sum hava sáttmála.

Tað eru nýggjar tíðir í Vejle, sum spælir í næstbestu, donsku fótbóltsdeildini og hevur føroyska vinstra bakkin, Viljorm Davidsen, í hópinum. Felagið hevur júst fingið nýggjan, útlendskan eigara og er í einari sannari rembingartíð í løtuni.

 

Felagið hevur nevniliga ein stóran trupulleika. Tað mangla leikarar til besta hópin hjá felagnum, sum hevur kappingarársbyrjan 24. juli. Einans fimm leikarar hava sáttmála við Vejle í løtuni, harav Viljormur Davidsen er ein teirra. Afturat hesum fimm eru nakrir U19-spælarar fluttir upp í besta hópin, men tørvurin á nýggjum fólki er stórur.

 

Tískil hevur leiðslan í felagnum bráðskund í hesum døgum. Og tað verða helst ein rúgva av leikarum, ið verða keyptir komandi dagarnar, tí at eftir ætlan skal felagið hava ein fullfíggjaðan leikarahóp fríggjadagin.

 

- Vit vænta, at vit hava ein hóp kláran fríggjadagin, sum kann byrja at venja við mánadagin. Vit arbeiða alt samdøgrið fyri at fáa savnað ein hóp saman, og tað gongur eftir ætlan, sigur ítróttarstjórin í Vejle, Steen Thychosen, í samrøðu við bold.dk.

 

Steen Thychosen leggur afturat, at hann metir Vejle hava ein fullfíggjaðan hóp, tá ið talið er komið upp á 16 mans.

 

Tað er ikki bara á leikarasíðuni, at Vejle manglar fólk - felagið hevur eiheldur nakran venjara kláran til komandi kappingarár.

 

- Vit vóna, at alt kemur upp á pláss skjótast gjørligt, sigur Steen Thychosen at enda við bold.dk. Hann hevur nógv at síggja til í hesum døgum.

 

Mótstøðuliðið hjá Vejle, tá ið 1. division byrjar, er Fremad Amager, sum júst er flutt upp úr triðbestu deildini. Fremad Amager hevur føroyska Heina Vatnsdal í hópinum.