Skattakrónurnar minka. Vinnulívið mennist ov lítið. Talentini hvørva av landinum og koma ikki aftur. Nú mugu vit handla. Líkt er til, at Tórshavnar kommuna má ganga á odda
Ein dynamiskur høvuðsstaður
Føroyingar hugsa eins og øll onnur nútímans fólk sum heil menniskju. Vit verða eggjað av spennandi professionellum avbjóðingum og trívast best í framtíðarstrembandi fyritøkum og størvum. Hinvegin raðfesta vit eisini høgt tey virði og tað virksemið, sum geva allari familjuni spennandi upplivingar uttan fyri arbeiðslívið.
Tí hava allir flokkar í Tórshavnar kommuna í fleiri ár lagt stóran dent á sosialmál, útbúgving og mentan eins væl og á meira siðbundin vinnuviðurskifti. Vit hava ment barnaansingina munandi við nógvum nýggjum dagstovnum. Vit eru í holt við risastórar skúlaætlanir, og vit hava ment ítróttaøkið nógv. Kommunan hevur styrkt ungdómstilboðini á Margarinfabrikkini. Kvøldskúlin hevur fingið nýggj høli, og vit fyrireika í løtuni ein nýggjan musikkskúla.
Kommunan arbeiðir eisini miðvíst við at leggja til rættis ein meira spennandi og attraktivan miðbý. Vit miða heilt einfalt móti at skapa ein meira dynamiskan høvuðsstað til heil menniskju. Umfatandi trivnaðarkanningar vísa eisini, at borgarar í kommununi eru bara heilt væl nøgdir við tilboðini í høvuðsstaðnum.
Vøkstur heldur enn niðurlaging
Samstundis noyðast vit at viðurkenna, at føroyska samfelagið hevur stórar avbjóðingar fyri framman. Vit verða ikki bara rakt av somu altjóða fíggjarkreppu sum øll onnur. Vit mugu eisini taka støðu til nógv meira serføroyskar vinnuligar og búskaparligar avbjóðingar.
Ítøkiliga kunnu vit staðfesta, at verandi vinnur hava sítt at dragast við. Fleiri týdningarmiklir fiskastovnar eru undir hørðum trýsti ella beinleiðis illa fyri, samstundis sum stórir partar av vinnuni eru búskaparliga og fíggjarliga hart raktir. Høvuðsvinnan er harafturat eyðkend av nógvum handaligum arbeiði, ið sum kunnugt hevur lyndi til at flyta til fjarskotin lond. Meira generelt ber okkum heldur ikki til at skáka okkum undan teimum greiðu vegleiðingunum frá bæði heimsmarknaðinum og vinnufrøðingum um, at vit mugu dúva uppá vitanartyngri og meira nýskapandi vinnur.
Vit kunnu kenna hesa støðuna sum eina so stóra hóttan móti okkum, at vit missa pippið og motivatiónina til at gera nakað. Ella vit kunnu halda avbjóðingina vera spennandi og lata hana inspirera okkara politiska og fakliga ítróttaanda. Vit kunnu enntá síggja brotið við gomul mynstur sum nýggjar og ótroyttar vinnuligar møguleikar. Í Tórshavnar kommunu ivast vit ikki í, at vit skulu leggja dent á avbjóðingarnar og møguleikarnar.
Vit velja vøkstur fram um bera niðurlaging, nú tað síður saman um verandi vinnur, og skattakrónurnar fækkast. Vit, sum vara av skattakrónunum hjá borgarunum, skulu sjálvandi vísa ábyrgd og tryggja, at so nógv sum tilber fæst fyri hvørja teirra. Men vit vísa eisini ábyrgd, tá vit bretta upp um armar til tess at fáa nýggjan vøkstur og nýggjar skattakrónur.
Vit mugu hava fatur á talentunum
Vit mugu leggja nógv størri dent á framtíðartryggjaðar vinnur, sum byggja á servitan og kreativitet. Hesar vinnur skulu sjálvandi byggja á teir kjarnuførleikar ella serligu fortreytir, sum vit longu hava. Men tær krevja eisini, at vit fáa eina nógv størri tilgongd av talentum við hollum altjóða royndum, góðum útbúgvingum, skapandi huglagi og sterkari drívmegi. Vit hava tí tørv á eini nógv størri tilgongd av føroyskum útisetum eins væl og øðrum, sum av fakligum ella persónligum orsøkum eru til reiðar at røkja sína karrieru her hjá okkum.
Hetta krevur tó broytingar og menning av føroyska samfelagnum. Tær umfatandi útisetakanningarnar í ávikavist Keypammanhavn og London, sum Tórshavnar kommuna er partur av, vísa, at útisetarnir raðfesta spennandi og avbjóðandi størv við regluligum sambandi við altjóða samfelagið saman við góðum frítíðarumstøðum hjá allari familjuni. Hetta samsvarar væl við úrslit frá nýggjari vinnugransking í framkomnum londum.
Tað hevur í nógv ár verið gott latín, at eitt vælrikið vinnulív skapar tað meirvirðið, sum ger okkum før fyri at gjalda fyri ein varieraðan lívsstíl við góðum mentanarligum og øðrum tilboðum. Men í einum nútímans samfelagi vendir pílurin eins nógv hinvegin. Eitt fjøltáttað samfelag við ríkum mentanartilboðum og góðum sosialum virðum er eins væl sjálv fortreytin fyri vinnuligari og búskaparligari framgongd. Tað er heilt einfalt hetta slagið av samfelag, sum dregur talentini til sín, og tað eru talentini, sum menna nýggjar eins væl og verandi vinnur.
Skipað vakstrarætlan
Føroyum tørvar av álvara ein meira virknan vinnupolitikk. Lata vit bara standa til, miseydnast tað okkum at fáa teir talentfullu útisetarnar heimaftur, eins og vit eru í vanda fyri at missa tey dugnaligastu her heima av landinum.
Tórshavnar kommuna er til reiðar at ganga á odda í royndunum at forða fyri eini tílíkari ússaligari gongd. Bæði tí, at vit hava neyðuga viljan til tess, og tí at útisetakanningarnar geva greiða ábending um, at møguligir tilflytarar at kalla bert vilja búgva í høvuðsstaðnum, sum millum føroyskar kommunur minnir teir mest um útlendsku stórbýirnar. Vit mugu minnast til, at høvuðsstaðurin í hesi støðu ikki kappast við aðrar føroyskar kommunur, men við útlendskar metropolar sum Keypmannahavn, Århus, Reykjavík, Stockholm ella London, har nógvir føroyingar trívast væl og standa seg væl við góðum størvum.
Okkum nýtist eina samlaða strategiska vakstrarætlan fyri høvuðsstaðin. Vit ynskja eitt tætt samstarv við vinnuna, nýskapanarumhvørvini, arbeiðsmarknaðin, útbúgvingar- og granskingarstovnar, mentanarlívið og onnur. Vit hava seinastu mánaðirnar fyrireikað ætlanina við at savna betri vinnuhagtøl, gjørt trivnaðarkanningar, tikið lut í útisetakanningum, verið við á JobMatch í Keypmannahavn og á annan hátt.
Endamálið er, at fleiri og fleiri av talentunum skulu hittast og virka í tí alsamt meira dynamiska føroyska høvuðsstaðnum – øllum landinum at gagni.
’Vit velja vøkstur fram um bera niðurlaging, nú tað síður saman um verandi vinnur, og skattakrónurnar fækkast’
-
’Okkum nýtist eina samlaða strategiska vakstrarætlan fyri høvuðsstaðin. Vit ynskja eitt tætt samstarv við vinnuna, nýskapanarumhvørvini, arbeiðsmarknaðin, útbúgvingar- og granskingarstovnar, mentanarlívið og onnur’
-
’Eitt fjøltáttað samfelag við ríkum mentanartilboðum og góðum sosialum virðum er fortreytin fyri framgongd. Tað er heilt einfalt hetta slagið av samfelag, sum dregur talentini til sín, og tað eru talentini, sum menna nýggjar eins væl og verandi vinnur’
-
’Vit kappast ikki við aðrar føroyskar kommunur, men við útlendskar metropolar, har nógvir føroyingar trívast væl og standa seg væl við góðum størvum’
Heðin Mortensen, borgarstjóri,
Bogi Andreassen, varaborgarstjóri
Sjúður Olsen, 2. varaborgarstjóri