Viljin til samstarv

Neyðugt er at vilja, tá ein hevur við fólk at gera. At vilja samstarv heldur Javni, at foreldur at fólki við menningartarni og fólk, sum arbeiða á stovnum, har fólk við menningartarni búgva og arbeiða, eiga at gera

Samstarv

Vágar:Tað er neyðugt, at starvsfólk á bústovnum og arbeiðsplássum, har fólk við menningararni eru, og foreldur at búfólkunum eru á einum máli um tað, sum hendir og henda skal. Og ikki minst skilja hvønn annan.
Til at menna samstarvið millum stovanar og foreldur at fólki við menningartarni, hevði felagið Javni skeið á Hotel Vágum seinasta vikuskifti. Skeiðið varð hildið undir heitinum »Viljin at vilja«.
Tað, sum Javni vildi, at fólk skuldu vilja, var at kunna samskifta og samstarva um tað, tey fólkini, sum búgva á stovni og arbeiða á eitt nú vardum vekrstøðum, hava fyri neyðini.
?Tað er ofta so, at foreldrini hava ilt við at sleppa børnunum, hóast tey eru vorðin vaksin, og flutt aðrastaðni at búgva. Foreldrini halda mangan, at tey vita best og duga best at skilja hesi fólkini. Men viðhvørt vísir tað seg kortini, at tað kann vera, at hesi vælmeinandi foreldur uttan at hugsa meira um tað, taka meira fyrilit fyri egnum hugsanum og ynskjum enn teimum hjá børnunum, sum nú eru vaksin og flutt heimanífrá, greiðir Jóna Olsen, leiðari á varda verkstaðnum á Brekku í Klaksvík, frá. Hon var ein teirra, sum stóð fyri skeiðinum á Hotel Vágum.
Jóna Olsen sigur, at tey hava hildið tað verið til fyrimuns fyri bæði stovnar og heim at halda eitt skeið, har fólk fáa høvi at hittast og tosa um, hvat slíkt samstarv er, og hvussu neyðugt tað er. At gera fólk tilvitað um, hvussu neyðugt hetta samstarvið er fyri tann einstaka.
Hon sigur, at hóast okkurt hendinga dømi er um, at fólk hava ymsar meininar um, hvat er best og ikki, eru tey í høvuðsheitinum samd um mestsum øll viðurskifti, og samstarvið er rættiliga gott.
Fólk meina tað væl, tá tey soleiðis meira ella minni ótilvitað hava lyndi at stýra livinum hjá børnunum. Men tey hava ongan rætt til tað, vísir Jóna Olsen á.
Tað fingu skeiðsluttakararnir millum annað staðfest í fyrilestri, sum Hans Trygvi Teirin, løgfrøðingur, helt á skeiðnum, har hann vísti á juridisku rættindini hjá fólki við menningartarni. Tey eru sjálvandi júst tey somu sum hjá øllum øðrum myndugum fólkum.
Jóna Olsen sigur, at Føroyar mangla lógarverk á økinum. Javni fer tí at heita á Trivnaðarmálaráðið um at gera reglugerðir fyri góðsku og eftirlitið við stovnum og arbeiðsplássum, sum fólk við menningartarni eru knýtt at.