Vit skulu fimm ár aftur í tíðina fyri at finna síðsta finaluplássið hjá KÍ. Tá taptu teir í steypafinaluni. Seinast KÍ hevur vunnið nakað var í 1999, tá teir vunnu bæði landskapping og steypakapping. Felags fyri KÍ-liðið í 1999 og KÍ liðið í dag er, at sami venjari stendur við stýrisvølin.
Atli Danielsen metir, at viljin hjá venjaranum, Tony Paris, at vinna, hevur havt ótrúliga stóra ávirkan á leikararnar.
- Vit vóru ikki meir enn komnir í gongd við kappingarárið, tá Tony Paris fór út í bløðini og segði, at vit skuldu vinna antin landskappingina ella steypakappingina. Hetta setti krøv til okkum spælarar, men venjarin trúði upp á okkum, og tað haldi eg vera eina av týdningarmestu orsøkunum til, at vit skulu leika steypafinalu í morgin.
KÍ manglar tó týðandi leikarar til dystin sunnudagin, og Atli Danielsen sigur, at hetta er stórur missur fyri KÍ.
- Harley Bertholdsen hevur brotið eina tá, og tí verður hann ikki við í finaluni. Paul Clapson hevur eisini drigist við ein knæskaða í eina tíð, men í vikuni byrjaði hann at venja aftur. Í hósdagsvenjingini endaði tó aftur galið. Paul Clapson mátti á sjúkrahúsið við pínu í knænum, og tíverri kom hann út aftur á høkjum. Vit vita ikki við vissu, um Paul Clapson verður klárur til dystin í morgin, men tað sær svart út.
Hetta er dyggur smeitur fyri klaksvíkingar. Harley er ein av mest royndu leikarunum á liðnum, og tí er keðiligt at missa hann til ein so týðandi dyst, sigur Atli. Hann leggur afturat, at stórur saknur eisini verður í Paul Clapson, um hann ikki gerst klárur.
- Paul Clapson er toppskjútti hjá okkum í ár. Hann hevur dugað væl at hildið uppá bóltin frammi í álopinum, og júst hesum hava vit brúk fyri á Tórsvølli. Vit fara neyvan at síggja nakað polerað fótbóltsspæl, so tí hevði verið gott at havt ein sum Clapson við, tí hann stríðist fyri hvørjum bólti.
At enda spurdu vit Atla, um teir nú bert ætlaðu at vinna steypakappingina og samstundis ikki satsa so nógv í landskappingini.
- Júst nú hugsa vit bert um steypakappingina. Hana vilja vit heilt sikkurt vinna. Tveir dystir eru tó eftir í landskappingini, og vit hava enn ein møguleika at røkka triðja plássinum. Í dag og í morgin hugsa vit bert um steypakappingina, men vit hava eisini ætlanir um at vinna báðar dystirnar, sum eru eftir í landskappingini, sigur Atli Danielsen at enda.