Viljin er til staðar

Einir 25 kilometrar eru millum Sandoynna pg Suðuroynna. Sostatt hevði ein møguligur Suðuroyartunnil verið fimm ferðir longri enn Vágatunnilin. Sosialurin hevur biðið nakrar av suðuroyartingmonnunum siga sína hugsan um ein tunnil til syðstu oynna í Føroyum

Eftir at Vágatunnilin læt upp, eru fólk aðrastaðni í landinum eisini farin at tosa um, hvussu tað hevði broytt støðuna, um teirra oyggj fekk tunnilssamband við miðstaðarøkið.
Okkurt lesarabræv hevur í seinastuni róð upp undir, at byrjast skal longu nú upp á at projektera ein tunnil til Suðuroyar, og sum Sosialurin skrivaði í seinastu viku, so hevði ein tílíkur tunnil við tøknini, vit hava í dag, verið liðugt boraður eftir tíggju árum.
Enn er jarðfrøðin undir Suðuroyarfirði ikki kannað, so í dag veit eingin, hvussu grótið er at fáast við til tunnilsgerð. Men tøkniliga er tað gjørligt, og í øðrum londum, eitt nú Japan og Sveis, hava tey tunlar, sum eru eini 25 kilometrar til longdar. Altso tað sama sum ein møguligur Suðuroyartunnil.

Enn er tað óseriøst

Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum og valdur í Suðuroyar valdømi, er eitt sindur varin, tá talan er um ein møguligan Suðuroyartunnil. Hann heldur, at suðuroyingar í fyrstu atløgu skulu miðja ímóti einum góðum ferjusambandi, sum man kann liva við. Men Vágatunnilin hevur latið upp fyri nýggjum møguleikum. Hann sigur, at nógvir føroyingar ivaðust í Vágatunlinum, og tað sama var galdandi, tá tunnilin millum millum Tvøroyri og Hvalba kom í sínari tíð. Men enn liggur ein Suðuroyartunnil rættiliga fjart, heldur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur, at verða fíggjarligar fortreytir, eftir at tunnilin um Leivíksfjørð er gjørdur, so sær øðrvísi út, og í tí løtu, ein tunnil um Skopunarfjørð er ein realitetur, so eru fortreytirnar nakrar heilt aðrar. Eisini tá talan er um strandfarasigling.
Tekniskt er ein tunnil til Suðuroyar tó ein heilt annar spurningur, av tí at teinurin er longri enn til hinar oyggjarnar.
Spurdur, um suðuroyingar bara hava sligið seg til tols við , at liggja so fjart frá hinum oyggjunum og hava eitt tað mest ótíðarhóskandi veganetið í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard, at ferðslunetið nógvastaðni í norðoyggjum eisini er vánaligt, og at hetta er galdandsi fyri tey flestu av teimum elstu veganetunum í Føroyum. Men hóast tað sum sagt ber tøkniliga til, so er tað óseriøst at taka ein Suðuroyartunnil sum tað fyrsta málið. Sum støðan er nú, er nevniliga samtykt at fara undir Norðoyatunnilin.
Jóannes Eidesggard metir, at tað hevði havt stóran týdning fyri Sandoynna og restina av landinum um ein tunnil varð gjørdur undir Skopunarfirði, tí Sandoyggin er ein stór landbúnaðaroyggj. Formaður í Javnaðarflokkinum vónar ikki, at ein tunnil úr Eysturoynni til Havnar kemur upp á tal, áðrenn ein tunnil til Suðuroyar. - Ein hugsar nevniliga øðrvísi, tá tær fysisku barriernar sum firðir og sund eru burtur, og tí er tað ein skylda at hugsa um hetta sum ein møguleika. Sum nevnt er tað óseriøst at trýsta á nú, men sum nú er, er hesin møguleikin gingin upp fyri fólki, men ein tunnil kemur ikki tey fyrstu 10 árini, sigur Jóannes Eidesgaard.

Stovna ein grunn

Johan Dahl úr Sambandsflokkinum sigur seg mangan hava hugsað um hetta við tunli, men sum hann sigur, so hevur alt sín prís. Tó verður tað bíligari við tíðini at byggja tunlar, so hvørt sum tøknin mennist, sigur hann.
- Eitt skip, sum kostar 300 milliónir í dag, hevur sama virði um eini 10 ár.
Johan Dahl heldur, at at ein ætlan, har Streymoy og Sandoy og síðani Sandoy og Suðuroy vórðu knýttar saman. - Tá hendan ætlanin var framd, kundu vit selt skipið, sum so kundi verið eitt munagott ískoyti til tunnilskostnaðin, heldur hann.
Johan Dahl skjýtur upp at seta 50 milliónir um árið í góðum tíðum í ein grunn, sum skuldi verið brúktur til alt undirstøðukervið í Føroyum. Pengarnir skuldu ikki verið oyramerktir, men verið settir av til infrastruktur í øllum Føroyum, so peningur í framtíðini var til slíkar ætlanir. Týdningarmikið er tó, at hetta ikki hevði ávirkað livistøðið, sigur Johan Dahl.

Viljin til staðar

Umboð Tjóðveldisfloksins í Suðuroy, Hergeir Nielsen, sigur tað vera frammalga í sínum huga, at vit fylgja við tí tøkniligu menningini,m og at vit saman bera kostnaðin á einum tunli við kostnaðin á ferjusambandinum. Man sær tað nú við Norðoyatunlinum, at tað er ein góð loysn, men tey næstu 5-6 árini kemur neyvan nakar Suðuroyartunnil. Hvat suðuroyingar skulu gera, fyri at fáa ein tunnil til miðstaðarøkið, er ein opin spurningur í eini demokratiskari skipan, sum Hergeir Nielsen tekur til.
Men nú gjørd verða berghol millum Øravík og Hov, nýggj suðuroyarferja og nýggj havn í Vági, er viljin til staðar fyri samferðslu útbygging í Suðuroynni. Men heimild fyri at seta pening av í eitt ávíst áramál, hava vit ikki sigur Hergeir Nielsen.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eitt nóg langt tunlaprát við tann fjórða tingmannin í Suðuroynni, Henrik Old, til at seta í tað í blaðið, áðrenn Sosialurin fór til prentingar í gjár. Hann var og skeyt lomviga, og fartelefonin rakk illa.