Tað er eingin loyna, at Sveis er tað mest skeptiska landið, tá tað kemur til føroyskan limaskap í EFTA. Umboðið fyri tingið í Sveis, Hans Widmer, er eisini skeptiskur, men sigur at hann er positivt yvirraskaður av vitjanini í Føroyum.
- Eg havi møtt einum sera sterkum vilja millum føroyingar og politikararnar her til at Føroyar gerast sjálvstøðugur limur í EFTA. Tað er sera positivt, og nakað, sum gleðir meg at síggja, sigur Hans Widmer, umboðsmaður fyri Sveis í EFTA-nevndini.
Hans Widmer greiðir frá, at hann hevur sæð nógv gott og áhugavert í Føroyum, og at har er nógv at greiða frá, tá hann kemur aftur til Sveis.
- Vit hava nú sæð ymsikt her í Føroyum, og hava eisini fingið framløgu um ymisk viðurskifti, og eg síggi møguleikar fyri samstarvi millum londini á einum vísindaligum stigi, og júst har hevur Føroyar nakað at bjóða EFTA og Sveis. Men sjálvur eri eg av størstu skeptikarum, tá tað kemur til ílegugransking, og eg veit at tað er ein sera skeptisk stjórn í Sveis. Men her er nógv at læra, og tað hevur verið ein positiv uppliving at verið her, sigur Hans Widmer.
Viljin er ikki nokk
Men hóast Hans Widmer er fegin um tann sterka viljan, hann hevur møtt, so ásannar hann eisini, at viljin einsamallur ikki er nokk.
- Viljin er góður, og tað gleðir meg, men einsamalt er tað ikki nokk. Eftir manglar enn at fáa tey góðu argumentini á borðið, og sum nú er havi eg ikki heilt sæð tey. Har manglar nakað av heilt góðum argumentum fyri føroyskum limaskapi, men hvørt til sína tíð, sigur Hans Widmer.
Afturat tí kemur spurningurin um atljóða viðurkenning hjá Føroyum, um vit eru viðurkend sum tjóð ella ikki, og har heldur Hans Widmer at tað er sera umráðandi at vit fáa hjálp frá altjóða samfelagnum til at fáa greiðu á teimum spurningunum.
- Eg haldi tað er ein sera prinsipiellur og sera týðandi spurningur at fáa greiðu á, og eg haldi tað er neyðugt at fáa ein triðja, óheftan part inn í bílætið, til tess at fáa avklára tann beinleiðis juridiska partin av hesum. Tí sum nú er, so er tað jú í stríð við EFTA-lóggávu, at Føroyar kunnu gerast limur, tá tað bert eru sjálvstøðugar tjóðir, ið kunnu gerast limir, vísir Hans Widmer á.
Møguleikin góður hóast alt
Av tí at EFTA er ein lítil handilsfelagsskapur, og at nógv lond eru farin burturúr seinnu árini, er tað áhugavert fyri EFTA at stykrja um sína støðu aftur. Føroyskur limaskapur í EFTA kann eisini styrkja um støðuna hjá felagsskapinum.
- EFTA er ein lítil felagsskapur, og øll eygu venda móti ES. Men sum nú er, so er stór skeptisisma yvirfyri ES, og eg síggi absolutt eina framtíð fyri EFTA. Tað verða helst nøkur ár, áðrenn nakað land tekur seg úr EFTA afturat, men eg kann als ikki vísa aftur at tað fer at henda einaferð í framtíðini, at felagsskapurin fer í upploysn, sigur Hans Widmer.
Sostatt er tann relativt veika støðan hjá EFTA yvirfyri ES ein fyrimunur fyri Føroyar, av tí at EFTA-londini eru áhugaði í at styrkja um støðuna hjá felagsskapinum aftur.