Vilja yvirraska ímóti Sveis

Bæði spælarar og venjarar halda, at møguleiki er fyri at yvirraska ímóti Sveis í kvøld. – Vit fara eftir einum góðum úrsliti, sigur Heini Hanusarson

Hóast úrslitini í dystunum hjá føroyska mansland­s­liðnum í hondbólti higartil í EM-undankappingini ikki hava verið nakað at reypað av, umframt at liðið hevur tapt ein vinardyst ímóti Grøn­landi í ár, hevur tað ikki sett stórvegis skøvur í føroyska sjálvsálitið.

– Vit eru altíð tað veikara liðið, tá vit koma inn í hesa kappingina, og vit mugu bara síggja í eyguni, at teir eru nógv betri enn vit. Men tað er einki stuttligt at tapa, og eg haldi ikki, at tað er eitt flott úrslit at tapa við fýra málum. Annaðhvørt vinn­ur tú, ella tapir tú, sigur Finnur Hansson, sum er líka avgjørdur, tá vit spyrja, hvat hann heldur vera eitt gott úrslit ímóti Sveis í kvøld.

– Ein sigur er eitt gott úr­­slit, einki minni enn tað. Vit vita jú, at teir hava havt svingandi úrslit, so tað sigur eitt sindur um liðið. Okk­urt er, sum ikki fungerar hjá teimum, og vit vóna sjálv­andi, at teir koma hendavegin og taka tað eitt sindur »la-la« og so koma vit við 110 prosentum og geva teimum kanska eitt sindur av einum yvirrask­ilsi.

Ikki ómøguligt

Heini Hanusarsson sigur seg kenna lítið og einki til Sveis, síðani Føroyar spældu ímóti teimum síðst fyri góðum átta árum síð­ani.

– Tá taptu vit nokk so fitt, og eg giti bara, at teirra framgongd hevur verið stór. Vit hava jú ikki havt stóra framgongd á landsliðnum, so eg vænti, at tað verður ein stór uppgáva, sigur koll­firðingurin, sum tó ikki sær hetta sum eina ómøguliga uppgávu at loysa, hóast hon er stór.

– Eg vóni, at vit kunnu fáa eitt gott úrslit og kanska yvirraska. Tað fara vit eftir, og vóna sjálvandi, at vit fáa stuðul til tað frá áskoð­ar­unum, nú vit spæla á heima­vølli.

Annar av landsliðsvenj­arunum, Dia Midjord, hevur vónir um, at sleppast skal undan einum av hesum keði­­ligu dystunum, har Før­­oyar ikki megna at spæla upp til mótstøðulið­ið.

– Vit skulu jú ferðast all­an vegin niður til Sveis longu í morginári, og vit vita, at tað ikki er tað stutt­ligasta, at skula spæla ein dyst niðri í Sveis, eftir at vit fyrst hava fingið eitt klams heima í Føroyum, sigur hann.

– Tí vóni og síggi eg eisini fram til, at vit klára at geva Sveis ein skarpan gang í heimadystinum.

------------

EM-undankappingin, bólkur 2

 

Spældir dystir

29/10 Føroyar-Serbia 20-41

01/11 Bosnia-Føroyar 45-28

26/11 Russland-Føroyar 37-16

30/11 Italia-Føroyar 30-23

 

Dystir hesa vikuna

18/03 Føroyar-Sveis

21/03 Sveis-Føroyar

 

Støðan í bólkinum

Serbia 4 3-1-0 156-105 +51 7

Russland 4 3-0-1 134-106 +28 6

Bosnia 4 2-1-1 129-113 +16 5

Sveis 4 1-1-2 115-120 ÷5 3

Italia 4 1-1-2 102-126 ÷24 3

Føroyar 4 0-0-4 87-153 ÷66 0

 

Írestandi dystir

10/06 Føroyar-Russland

13/06 Føroyar-Italia

17/06 Serbia-Føroar

20/06 Føroyar-Bosnia