Føroya Hundaførarafelag hevur júst sett saman eina spurnarkanning við tí endamáli at kanna, hvussu nógvir djóraeigarar hava funnið skógarmottu á húsdjóri teirra og hvar tey eru stødd. Enn er kanninginin ikki liðug, men til ber hjá djóraeigarum at luttaka í kanningini við at trýsta her.
Fleiri hunda- og kettueigarar hava funnið skógarmottu/blóðmottu, tað sum á donskum verður nevnt skovflåt, á kelidjórum teirra. Hetta sigur djóralæknastovan, sum eisini mælir til, at hundar og kettur verða kannaðar fyri skógarmottir, sum síðani verða tiknar burtur á rættan hátt, eru tær at finna á djórunum. Tað ber til at fyribyrgja bit við eitt nú bravecto, skrivar djóralæknastovan á Facebook vanga teirra.
-Skógarmottan er ein motta, sum sýgur blóð. Hon kann vera berari av einari vandamiklari bakteriu og elva til sjúkuna borreliose. Tí er tað týdningarmikið, at mottan verður tikin burtur so skjótt sum til ber. Verður skógarmottan tikin burtur innan 24 tímar, er vandin fyri at fáa borreliosu lítil, skrivar djóralæknastovan.










