Vilja vita hvat pengarnir verða brúktir til

Tórshavnar býráð ætlar brúka 250.000 krónur uppá at senda trý fólk til Danmarkar á ráðstevnu, sum varar í ein dag, og nú vilja býráðslimir hava eina forkláring

Hví skal skattgjaldarin í Tórshavnar Kommunu rinda 250.000 krónur fyri at trý fólk í Tórshavnar Kommunu kunnu fara til Keypmannahavnar á eina ráðstevnu, sum varar í ein dag?

 

Tað vilja tær báðar Halla Samuelsen og Bjørghild Djurhuus, sum báðar eru býráðslimir fyri Javnaðarflokkin, hava greiði á.

 

Tórshavnar býráð hevur nevniliga í hyggju at senda Turið Horn, býráðslim fyri Tjóðveldi, og forkvinnu í Náttúru- og Umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar býráð, á eina ráðstevnu í Keypmannahavn tann 13. oktober, og við sær skal hon hava tvey fólk frá umsitingini.

 

Talan er um eina veðurlagsráðstevnu, ella eina framsýning, sum kallast Climateplanet, og har er ætlanin at Tórshavnar Býráð skal hava ein bás, har tað skal bera til hjá teimum, sum koma á ráðstevnuna, at tosa við býráðið um umhvørvispolitikkin hjá Tórshavnar Kommunu.

 

Básurin kostar 40.000 krónur, men annars kostar alt tiltakið 250.000 krónur.

 

Ætlanin var ikki at taka málið til umrøðu í býráðnum, men Halla Samuelsen og Bjørghild Djurhuus hava kortini kravt at málið verður lagt fyri býráðið til umrøðu – og tað verður tað nú.

 

Hon heldur, at tað ljóðar rættiliga nógv at brúka 250.000 krónur upp á eina ráðstevnu, sum varar í ein dag og tí vil hon hava eina frágreiðing upp á.

 

– Eg kundi hugsa mær at vita, hvat vit fáa fyri pengarnar, sigur Halla Samuelsen.

 

Um eina løtu hava vit eina viðmerking frá Turið Horn, forkvinnu í Nátturu og Umhvørvisnevndini hjá býráðnum, og hon sigur, at hon harmast um, at málið hevur fingið eina slíka vend, sum tað hevur fingið.