Brandur í Dali, valevni hjá Tjóðveldi til býráðsval í Tórshavn
------
Sjálvsagt vilja vit tað ! Ella er tað nú so sjálvsagt tá alt kemur til alt?
Tað er nógv vatn runnið í ánni, frá tí at undirritaði sum smádrongur spældi á trøðni hjá Júst, Yviri við Strond, har Boðanesheimið júst í hesum døgum er um at vera liðugt.
Tá runnu hundar leysir, tað vóru mestsum bara seyðahundar og nakrir blandingshundar av ókendum slagi. Vit børn ræddist ikki hundar á sama hátt sum nógv gera nú, men ein visti tó at onkrum hundi skuldi ein ikki nærkast, tí hesin var kanska ikki so blíður sum aðrir. Hendan tíðin hevði sína sjarmu, men tíðirnar broytast. Í 2012 er hetta ikki gjørligt innan lógarinnar karm, og er hetta helst eisini í lagið!
Hundar nú á døgum eru ofta rasuhundar. Heilt frá evarsku lítlum hundum sum passa í eina hondtasku, til risastórar hundar sum nóg illa passa inn í vanligan persónbil. Saman við teimum gomlu hundasløgunum eru hesir hundar við til at mynda og ríka dagligdagin hjá nógvum borgarum í høvuðstaðnum.
Men er tað rúmd fyri hundum í býnum nú á døgum? Hundar skulu nú vera í bandi, kunna ikki ganga leysir, skula vera tryggjaðir o.s.v... Hetta er eisini í fínasta lagið, tað skal ikki vera soleiðis at fólk sum ræðast hund ikki skula kunna fara út um dyrnar, tí at har møguliga stendur eitt harkalið av leysum hundum í túninum. Trupuleikin við leysum hundum er eisini nakað sum vit skula taka í størri álvara. Tíðirnar eru broyttar, frá tá eg var smádrongur, reglar eru um hetta og tær skulu sjálvsagt virðast.
Men vit hava bara gjørt reglar fyri hvat tú ikki má við hundum ! Vit hava gloymt at vit muga seta okkurt ístaðin. Vit mangla at geva hundum tann møguleika teir høvdu fyrr, at kunna renna leysir og at sosialisera við aðrar hundar. Hundur er eitt sera sosialt djór og hesin tørvur og tørvurin at røra seg má nøktast um ein hundur skal trívast.
Hetta kann gerast heilt einfalt við at býráðið ger hundaøkir, har hundaeigarar kunnu loyva hundum sínum leysar undir skipaðum umstøðum. Tað er helst ikki so trupult at seta eitt stik upp á hóskandi økið og finna nøkur ruskíløt so fólk kunna taka uppaftur eftir hundunum. Um vit so eisini setti nakrar benkir upp til fólk, kundi hesi hundaøkir skapt ein sera stóran trivnað millum tey sum hava hund og vilja hundi sínum væl. Tað hevði heilt vist eisini givið okkum nakrar sunnari og glaðari hundar og ikki at gloyma hundaeigarar.
Eg haldi at vit í Tórshavnar kommunu anno 2012, skulu byrjað at hugsa um at ikki bara seta hundaeigarum treytir, men eisini at geva teimum møguleikar. Fyrsta stigið kundi verið hesi hundaøkir, har fólk kunnu loyva hundum sínum, at vera hundar uppá sín egna máta uttan at eigarin nýtist at kenna seg sum brotsfólk.
Mær vitandi er tað eingin sitandi býráðslimur, hvørki í andstøðu ella samgongu sum hevur nevnt hundaøkir seinstu fýra árini. So um okkurt nýtt skal henda er helst neyðugt við nýggjum kustum á vaglinum. Hugsa um tað 13 novembur um tú eisini hugsar um annað enn asfalt og rundkoyringar!