Vilja vit føroyingar selja frumburðarrættin/signingina?

Terje B. Vestergaard
Skálafirði


Stóð á ólavsøku á Vaglinum og sang føðilandssangir saman við vinfólki, og var tað sum altíð eitt stórt upplivilsi at kunna standa har saman við fleiri túsund øðrum landsmonnum við foldaðum hondum og syngja tjóðsang okkara og meina tey vælskrivaðu orð í hesum sangi meðan tjóðskaparkenslan bylgdist í barmi mínum.
Ein serða hugnalig og tjóðskapar-kenslu-vekjandi løta, har man kennir seg at verða partur av einum samfelag sum enn eigur virðini góð, og sýnur skapara sínum virðing, og har fagra reyða/bláa/hvíta krossmerki veitrar sum eitt tekin um hetta.
Ólavsøkudag, hoyrdi eg eins og aðrir føroyingar eina sera væl frágingna Løgmansrøðu sum var sera jalig og full av bjartskygni og framtíðar ætlanum, reyði tráðurin var Føroyar millum Fremstu tjóðir 2015, Sera hugvekjandi og fløvandi røða, og kendi eg meg hesa løtu ikki sørt stoltan av at hoyra til hettar viljasterka fólk sum búleikast í hesum lítla og ríka landi í Norðuratlantarhavinum, og sum í øldir hevur sett áliti á hann sum er Harri yvur tí tilfeingi vit hava notið so gott av og sum hevur verið okkara livifótur í øldir.
Tíverri bleiv kenslan ólavsøkukvøld og dámurin av hesi góðu røðu øgvuliga fjarður og mundi vónin sum birtist brátt svinna aftur, tá lýst var við striptease í onkrun klubba í Havn.
»Vit mugu koma víðari« verður sagt, »alheimsgerðing« sigur onkur, »vit mugu verða meira opin fyri umheiminum« sigur onkur annar, »vit eru so gammeldags«osfr, sama hvat tað verður kalla, er tað ógjørligt at síggja burtur frá at vit eru við at selja frumburðarrættin/signingina sum var givin okkum í arv frá forfedrum okkara í form av kristnum virðum o.a., svongdin er við at gerðast ov stór.
Ein neyðars donsk kvinna kemur dragsandi her við sínum danska ólevnaði at lata seg neyðtaka av eygum og huga teirra seksuelt girnandi føroyinga sum hungrandi leitaðu sær hagar, og sjálvt um hettar er ímóti øllum føroyskum siði og helst eisini ímóti føroyskari lóg, og ikki minst ímóti Guðs lóg, vænta vit at Guð sær náðandi hettar til hettar siðloysi og signar okkum allíkavæl, nei, Guð letur seg ikki spotta.
Fyri tíðina kanst tú síggja í øllum fjølmiðlun okkara boð um eina ráðstevnu fyri tey »samkyndu«, ja, vit hava entá verið so ófør at viðurkenna hettar fyribrigdið at vit hava funnið eitt føroyskt heiti til hesi, tað var for sárandi at kalla tey fyri bøssar ella homoseksuel, nei, hví ikki kalla synd fyri synd tú kanst bara lesa Róm. 1. 18-32, so kunna vit kalla tað fyri »Sodoma syndromið« sum vit, hetta »Kristna land« og »Kristna Fólk« loyva inn í land okkara, inn í Mentanarháborg okkara, Norðurlandahúsið.
Ein morgunin bleiv sagt í útvarpi okkara, at heilsumálaráðharri okkara, sum skal virka fyri heilsuvælferð føroyinga, m. a. við fyribyrging av ymiskum slagi, skal seta hesa stevnu og á henda hátt geva sít bláa stempul til hendan ónátúrliga lívstíl, sum er høvuðsorðsøkin til eina tað størstu hóttanina mótir mannaættini í dag, AIDS, sum drepur 1000inda vís av ósekum børnum í m.a. Afrika.
Mítt hjarta grætur, og eg vendi mær spyrjandi til skaparan og biði um náði, náði fyri hettar land og fólk, kenni meg sum Ábraham, tá hann bað fyri Sódomu um at Gud skuldi eira Sódomu, men av tí at Sódomu menn høvdu yvirgivið seg til girnd, og at syndin var ov stór, oyddi Gud Sódomu, sum vit lesa í 1. mós 19, 1-11, ja sjálvt einglamennirnir sum sendir vórðu at ávara Lot og familju hansara, blivu álopnir av girndarfullu Sódomumonnum.
Eg kann ikki tiga meir, mátti taka til pennin sjálvt um tað ikki plagar at verða mær fyri, men einastaðni gongur greinsan ímillum tolsemi og tað sum ikki kann góðtakast, tí fari eg við hesum lesarabrævi at spyrja teg Kristni Føroyingur, Tá Guðs eygu fara yvir okkara land, síggja tey nakran rættvísan sum stríðist ímóti hesum ráki á knøunum? Hvussu leingi skal Gud verð noyddur at venda sær burtur frá okkum føroyingum, tí hann ikki tolir okkara synd? Skula vit sum føroyingar selja frumburðarrættin (signingina), tí vit eru so svangir eftir alheimsgerðing? Munna vit føroyingar sum bert hava fiskivinnuna at byggja á, fara at verða millum fremstu tjóðir í 2015 um vit, við at loyva slíkari synd inn í land okkara, venda ryggin til Harran yvir tilfeingi okkara?
Løgmaður bað at enda í røðu sínari Guds signing yvir land og fólk, og endaði harvið eina megnar røðu, men Háttvirdi Harra løgmaður, Gud kann ikki signa synd, um tit sum politikarar velja at luttaka og á tann hátt geva tykkara signing til slíkar ráðstevnur sum hesar, bara tí at tað verður gjørt í grannalondum okkara, sum, í flestu førum, langt síðani hava blakað allan Guds ótta fyri borð, og tikið humanismuna inn ístaðin, vilja vit ikki náða málinum í 2015, hettar grundi eg á Guds orð, Róm. 1, 18-32.
Góði Harra Løgmaður, eg vil við størstu hávirðing hervið biðja Guðs signing yvir tygum og tygara og vóna, at tygum og tygara landsstýrisfólk fara at taka avstand frá hesum ráki sum kemur inn í land okkara, tí annars verður hettar ikki eitt gott land at liva í. Gud kann ikki opinbera vísdóm til tykkum sum landsins leiðarar um tit ganga upp á kompromis við synd í lógarverkinum, og um ikki Gud er við okkum føroyingum og gevur vísdóm til tykkum sum leiða, vil visíon 2015 verða virðisleys. Eg trúgvi upp á føroyingar og hettar land, at vit skula eydnast, men treytin er at Gudsóttin aftur verður settur í hásæti í landi okkara, og politikarar okkara ganga undan við at syrgja fyri, at lógir og fyriskipanir landsins verða hildnar og bygdar á Guds fyriskipanir, so vilja vit náða sett mál og so nógv meir enn tað, hettar lyfti finna vit m. a. í Guds orði, í Sálma 1.
Góðu tit samkyndu, leitið til Hansara sum elskar og kann geva tykkum hjálp, tit liva í einari synd sum fyri Guði var so stór á Sódomu døgum, at Guð oyddi staðin, tí muga tit fáa hjálp. Gud elskar syndaran men HATAR syndina, tí mugu tit venda tykkum til Gud og fáa fyrigeving eins og konan sum vit lesa um í johs. 4, 8-11, sum var tikin í hori. Vendið tí við og fái hjálp frá Honum, Hann er mentur at loysa tykkum, Hann elskar øll, men kann ikki góðtaka synd.
Góðu Kristnu Føroyingar, eg vil heita á tykkum um at venda tykkum til Skaparan og biða um náði fyri landi og fólki okkara, biði fyri hesum meniskjum sum eru bundin í hesum syndum, og ímóti hesum anda sum hóttir land og fólk, lat okkum standa saman og verja okkara land, Lat okkum ikki finna okkum í at kreftir uttaneftir, striptease, homoseksualitetsráðstevnur o. a. seta dagsskránna í landi okkara, Men lat okkum verja land, so land okkara vil verða ein varði fyri aðrar tjóðir á øllum økjum, andaliga og tímliga, lat aðrar tjóðir leita til okkara í undran eftir sannleikanum, og lat børn okkara fáa eitt gott, vart samfelag at vaksa upp í, eins og vit sjálvi hava havt tað, væl vard av bønum forfedra okkara, latið ikki krossmerkið missa sína styrki sum verja fyri okkara land.
Gud náði og signi føðiland mítt Føroyar.