Vilja ávirka hugburðin hjá unga føroyinginum

"Eydis" hevur framleitt eina tasku, og endamálið er at kunna føroyingar um ovurnýtslu í klædnaídnaðinum

Fríggjadagin 8. mars verður FM í Ungum Virki á torginum í SMS. Ein av luttakandi bólkunum er Eydis. Næmingarnir, ið manna bólkin eru Karstin Av Teiginum Jacobsen, Guðrun Kelduberg og Sverri Kelduberg, sum ganga á Glasi.

 

Eydis ynskir at kunna føroyingar um ovurnýtslu á klædnaídnaðinum. Harumframt at hava eina ávirkan á, hvussu hin ungi føroyingurin hugsar um náttúruna. Tey meta, at ein náttúruvinarlig taska, ið kann nýtast uppá ymiskar mátar, er ein einføld byrjan uppá at minka um ovurnýtslu innan fyri taskur.

 

Taskan kann brúkast m.a. sum ein taska við reim, sum ein ryggsekkur, ella sum ein taska, sum kann berast eins og eitt innkeypsnet. Dentur verður lagdur á, at einki burturkast er undir framleiðsluni. Taskan minkar um ovurnýtslu, tí hon er slitsterk, t.v.s. at hon kann brúkast leingi. Eisini av tí at hon kann brúkast uppá tríggjar ymiskar mátar.

 

Taskan er gjørd við framtíðarætlanum, um at skipa fyri tiltøkum og tílíkt fyri at savna fólk við samu hugsjón um umhvørvið. Tey í Eydis hava brúkt nógva tíð og orku uppá hesa verkætlanina.