Vilja vinna stórt

Kravið til ísraelska liðið er greitt undan dystinum leygardagin. Teir skulu vinna, og helst skulu teir vinna stórt.
Í løtuni er støðan nevnliga tann, at Ísrael og Sveis liggja lið um lið á øðrum plássinum, men takkað verið stórsigrinum á Føroyum í Basel hevur Sveis ein málmun, sum er seks mál betri. Tí skulu ísraelsmenn vinna dystin móti Føroyum við seks málum, um Sveis megnar at spæla javnt móti Fraklandi, og sum skilst á miðlunum, so verður tað eisini hetta, sum farið verður eftir á vøllinum.
Hinvegin er ein tepur 1-0 sigur nóg mikið, skuldi tað víst seg, at Frakland megnar at vinna á Sveis, men ísraelsmenn vilja helst, at avgerðin í mest møguligan mun verður í egnum hondum.