Føroya Tele hevur keypt ein part av ensku breiðbandsfyritøkuni Telabria, sum verður mett millum tær fremstu innan tráðleysa breiðbandstøkni.
Í tíðindaskrivinum, sum kom frá Føroya Tele um hetta hósdagin, varð einki sagt um, hvussu stóran part av fyritøkuni Føroya Tele hevur keypt, og hvussu stór upphæddin fyri keypið.
Sambært menningarstjóran hjá Føroya Tele er orsøkin til hetta, at í løtuni verður arbeitt við modellinum, sum Føroya Tele og Telabria skulu samstarva eftir, og tá tað er greitt ber til at koma við fleiri upplýsingum.
Inntøkur mugu koma uttanlands
Føroya Tele ger alt meira við at arbeiða á marknaðum uttan fyri Føroyar, og tað er ein greið orsøk til hesa strategi.
Føroyar eru ein evarska lítil telemarknaður, og Føroya Tele kann ikki vaksa nógv meira á hesum marknaði. Tí hava vit eitt mál, at um nøkur ár skal Føroya Tele fáa munandi inntøkur av virksemi uttanfyri Føroyar, sigur Tróndur Djurhuus, menningarleiðari.
Vit hava onkrar loysnir í Føroyum, sum er áhugaverdar uttanlands, og vit skulu finna tey øki, har vit eisini kunnu verða við í øðrum londum.
Samstarvið við Telabria er tí eitt stig á ta leiðina, og umframt vónir um at vinna pengar, snýr tað seg eisini um at fáa innlit í nýggja tøkni og finna samstarvsfelagar uttanlands.
Tað er stuttur vegur frá at vera ein profitabul fyritøka til at steðga upp, um tú ikki hyggur fram í tíðina. Vit royna við nýggja samstarvinum at víðka okkara virksemið á útlendskum marknaði, sigur Tróndur Djurhuus.