Í gjár var tað Sambandsflokkurin og í morgun áttii Fólkaflokkurin tørn at leggja fram sína valskrá til Fólkatingsvalið næstkomandi týsdag.
Trendurin hesaferð er at nýta myndatalu, og meðan Sambandið umrøddi ríkisfelagsskapin sum ein urtagarð, tosaði Jørgen Niclasen í fótbóltstermonologi.
- Vit eru sum eitt lið, og tá tað er Fólkaflokkurin er tað púra náttúrligt at tosa um eitt A-lið, segði Jørgen Niclasen á tíðindafundinum í morgun.
Og hann helt fram í somu genru:
- Eins og á einum fótbóltsliði ræður um at virka væl sum eitt lið, og sjálvt um øll lið hava sín liðformann, er tað ikki altíð hann, sum skorar málini, segði Jørgen Niclasen, kanska í eini roynd at dempa niður væntanirnar til hann sjálvan sum stóra atkvøðuslúkaran eftir Kallsberg.
- Dysturin verður trupul og vit vita, at tað bert ber til at skora tvey mál. Okkara vón er, at vit klára at skora eitt, segði formaður Fólkafloksins.
Hann byrjaði annars við at presentera valevnini, sum eru 19 í tali. Einans fimm av hesum eru kvinnur, men tað merkir ikki neyðturviliga nakað negativt.
- So seint sum til løgtingsvalið seinast royndi ein flokkur at yvirumboða kvinnur á listanum við tí úrsliti, at atkvøðurnar vóru býttar nøkurlunda javnt millum kvinnurnar, meðan menninir fingu løtgtingssessirnar, vísti Jørgen Niclasen á.
Hann vildi við hesum siga, at við fimm út av 19 verða kvinnuatkvøðurnar ikki so spjaddar, og tað gevur harvið kvinnuligu kandidatunum ein betri møguleika.
Broyta felagsskapin
Flokkurin leggur annars stóran dent á, at teirra leiklutur í einum framhaldandi fólkatingsarbeiði verður at samstarva um loysnir fyri føroyska samfelagið.
- Nøkur av høvuðsmálum floksins í eini komandi fólkatingssetu er áhaldandi at fremja samstarv, at vera longdi armur Føroya, styrkja samstarvið um útbúgving og heilsurøkt. Innan seinast nevnda øki, skulu vit ikki bert kunna samstarva um heilsurøkt til sjúklingar, men eisini fáa í lag eitt samstarv millum starvsbólkar innan heilsurøktina soleiðis, at vit kunnu senda okkara starvsfólk til Danmarkar og víðari út í heim at nema sær kunnleika, eins og vit skulu taka ímóti starvsfólki uttanífra, sigur Jørgen Niclasen.
- Yvirtøkulógin inniheldur í dag 22 mál. Tað er okkara politiski vilji at tøma hesa yvirtøkulógina og skipa ein nýggjan felagsskap, har Danmark og Føroyar standa á jøvnum føti sum tveir suverenir partar, til vit fáa fult sjálvstýri, sigur Jørgen Niclasen víðari.
Eisini skal eitt fólkafloksumboð slóða fyri EFTA-limaskapi, tryggja føroyska útlendingalóg og í heila tikið virka fyri praktiskum loysnum.
Eisini skal arbeiðast fyri at fáa eina avtalu við ES um tey so nógv umrøddu fýra frælsini.
Men flokkurin ætlar sær ikki at fara upp í Norðuratlantsbólkin, tí tað tænir í teirra eygum ongum endamálið.
- Norðuratlantsbólkurin hevur millum annað til endamáls at slóða fyri føroyskum og grønlendskum sjálvstýri, men vit eru ljósár framman fyri Grønland í so máta. Skuldu vit farið upp í hendan bólkin, hevði tað drigið okkum niður í eina ferð sum ger, at vit ongantíð fáa føroyskt sjálvstýri, varð ført fram av Fólkaflokkinum.
Óheft, men...
Fólkaflokkurin hevur verið kendur fyri at havt tætt samstarv við Konservativa flokkin, og tey flestu munnu minnast, tá Óli Breckmann var tungan á vágskálini í sambandi við val av fólkatingsformanni. Hansara atkvøða gjørdi, at tað stóð á jøvnum millum sosialdemokratisku Birthe Weiss og borgarliga Ivar Hansen við tí úrsliti, at lutakastið fall á Ivar Hansen. Harvið mátti sosialdemokratiska stjórnin liva við einum borgarligum fólkatingsformanni eitt heilt valskeið.
Hesaferð meldar Fólkaflokkurin greitt út, at hann fer ikki at blanda seg í danskan politikk, og fer ikki upp í nakran danskan flokk. Og tó.
- Vit fara at varðveita tekniska samstarvið við Konservativa flokkin. Hetta er eitt samstarv sum tryggjar, at konservativu nevndarlimirnir víkja sessin fyri fólkafloksumboðnum, tá mál við føroyskum áhuga verða viðgjørd í viðkomandi nevnd. Og tað kemur Føroyum væl við, sigur Jørgen Niclasen.
Spurdur um, hvat hendir, um fólkafloksumboðið aftur gerst tungan á vágskálini, sigur floksformaðurin:
- Tá er støðan jú hon, at vit verða avgerðandi uttan mun til, um vit atkvøða ella ikki. Tí atkvøða vit ikki, ávirka vit kortini úrslitið. Og í slíkari støðu eru vit fyrst og fremst ein borgarligur flokkur.
Men flokkurin leggur dent á, at fáa teir aftur hesaferð umboð á Fólkating, fer hetta umboð at fungera sum ein sjálvstøðugur og suverenur limur. Og millum annað tað fer flokkurin til var uppá.
Valevnini til Fólkatingið:
Johan Sølvi Andreasen, Vágur
Óli Breckmann, Argir
Hanna Dalsenni, Klaksvík
Bjarni Djurholm, Hoyvík
Tummas í Garði, Tórshavn
Niels Pauli Hammer, Hvalba
Anna Krog Hentze, Sandur
Hanna Jensen, Norðragøta
Kjartan Joensen, Leirvík
Jógvan á Lakjuni, Fuglafjørður
Poul Michelsen, Tórshavn
Jákup Mikkelsen, Klaksvík
Bjarti Mohr, Tórshavn
Jørgen Niclasen, Sørvágur
Rodmundur Nielsen, Glyvrar
Annika Olsen, Tórshavn
Malena Thomsen, Innan Glyvur
Jacob Vestergaard, Akrar
Heðin Zachariasen, Streymnes










