Føroyingahavnin í Grønlandi eigur at verða varðveitt. Tað skrivar grønlendski miðilin, Sermitsiaq frá ferðasmiðju í Grønlandi. Teir siga nevniliga, at Føroyingahavnin er eitt vældámt ferðamál, so heldur enn at ríva hana niður, eigur hon at verða varðveitt, og samstundis eiga ymsar ábøtur at verða gjørdar fyri at gera tað lættari, og tryggari, at ganga runt har, sigur Sermitsiaq.
Eitt ótal av føroyingum eiga síni spor í føroyingahavnini, men síðani støðin varð niðurløgd, er hon fallin í órøkt, og nógvir føroyingar halda, at nú stendur hon bara sum eitt skendsil og ein skomm fyri føroyingar.
Tí hevur Løgtingið eisini umrøtt málið um at føroyingar eiga at rudda upp eftir sær í Grønlandi, og ein serfrøðingabólkur kom til ta niðurstøðu, at frægasta loysnin er at taka hana niður og beina hana burtur. Tað varð mett at kosta 23 milliónir.
Men Sermitsiaq skrivar, ferðasmiðir í Grønlandi eru ósamdir, tí tey siga, at støðin hevur mentanarligan týdning, og at hon er eitt væl dámt ferðamál. Tað er sum at verða tikin aftur í tíðina at vera í Føroyingahavnini, hugtakandi, ræðandi og sorblítt, alt um somu tíð, sigur grønlendski miðilin.