Sethúsafígging
Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkkurin leggja í løtuni seinastu hond á fyririekingarnar til eitt broytingaruppskot, sum skal tryggja, at rentustuðulin framhaldandi verður 48%.
Lógin um rentustuðulin ásetur annars, sum nevnt í blðanum í gjár, at rentustuðulin fram til 2003 skal minkað, soleiðis at hann tá kemur niður á 40%. Fyrsta árið verður lækkingin 4% og tey bæði fylgjandi er talan um 2%.
Suðulin til rentuúteiðslur varð í sínari tíð hækkaður í eitt fyribils ásett tíðarskeið, sum ein partur av hjálpini til sethúsaeigarar.
Hækkandi renta og kostnaðarstøði
Hans Pauli Strøm, tinglimur hjá Javnaðarflokkinum, sigur, at orsøkin til broytingaruppskotið er hækkandi kostnaðarstøði og rentan. Eisini hóast hækkandi kostnaðarstøðið partvíst skyldast lønarhækkingunum, sum hava verið á arbeiðsmarknaðinum.
Hann vísir á, at hetta, sum er, viðførir eina hækkandi útreiðslu fyri húsarhaldið. Serliga hjá teimum, sum nýliga hava bygt, og sum kanska ikki hoyra ti teirra við høgari inntøku. At minka um rentustuðulin vil fyri hesi vera at leggja stein oman á byrðu, heldur tingmaðurin.
Har umframt skjóta flokkarnir í uppkotinum eisini upp, at markið fyri rentustuðul verður broytt. Í blaðnum í gjár nevndu vit, at markið í løtuni er ein rentuupphædd av 60.000 kr., men at hetta eftir umsókn kann hækkast upp í 120.000 kr.
Flokkarnir mæla til, at tá hækkanin upp í 120.000 bert er ein avgreiðsluspurningur, sum ongantíð verður noktaður, er tað lættari umsitingarliga at áseta eitt mark á 120.000 kr., sum so ikki kann broytast. Eisini fyri at sleppast kann undan teirri óhepnu støðu, at eitt húski brádliga missur rentustuðulin, uttan at hava møguleika fyri at gera nakað við málið.
Um útlitini fyri at fáa uppskotið samtykt, heldur Hans Pauli Strøm, at hesi ikki tykjast heilt av leið.
Hann vísir á, at politikkarar úr øðrum flokkum, eitt nú Fólka- og Sjálvstýrisflokkinum, áður hava víst á trupulleikan, og at tað tí væl kann hugsast, at uppskotið hevur undirtøku ímillum samgongupolitikkarar.
Endurskoða fíggingarmynstrið
Annars leggur Hans Pauli Strøm afturat, at eftir hansara tykki er tíðin komin til at endurskoða marknaðin fyri sethúsafígging.
Hann vísir á, at nú bankarnir í størri mun hava lagt seg eftir at veita seriulán, heldur enn annuitetslán, rakar ein rentuhækking lántakaran við størri kraft enn áður.
Eisini vísir hann á rentuhækkanina, sum Húsalánsgrunnurin herfyri varð noyddur at gera. Hann sigur í hesum sambandi, at eitt av endamálunum við Húsalánsgrunninum er, at broyttar marknaðartreytir í minni mun skulu ávirka sethúsaeigaran.
Hvørt ein nýggj loysn á hesum øki skuldi verið ein realkreditstovnur ella okkurt heilt annað, vil Hans Pauli Strøm ikki taka støðu til, men hann heldur fast um, at tað er tiltrongt við eini viðgerð av fíggingarmynstrinum.










