Vilja varðveita eftirlønina

Tað er líkt til, at danir vilja heldur arbeiða ein tíma meiri um dagin enn at missa eftirlønina. Men mong eru í iva um, hvat er tað rætta. Ein meiningakanning, sum Rambøll hevur gjørt fyri JyllandsPostin, vísir, at 43,3 prosent taka undir við hugskotinum hjá andstøðuni at arbeiða ein tíma meiri um dagin og at varðveita eftirlønina, meðan 39,1 prosent taka undir við hugskotinum hjá stjórnini at taka eftirlønina av.

17,6 prosent eru í iva.

Rambøll-kanningin vísir eisini, at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, er í ferð við at toga seg inn á Helle Thorning-Schmidt, tá spurt verður, hvønn danir vilja hava til stjórnarleiðara. Helle er framvegis á odda, men munurin er minni, enn hann hevur verið, skrivar DR.