Ein menninakanning, sum bleiv almannakunngjørd í vikuni, at 50 prosent av veljarunum fara at atkvøða ímóti lýðveldisuppskotinum, samstundis sum 40 prosent taka við at loysa frá bretsku krúnuni. Samanborið við eina tilsvarandi kanning fyrr í ár er undirtøkan fyri lýðveldinum minkað fýra prosent, meðan Elisabeth II hevur mist eitt prosent av sínum stuðuli.
Úr Canberra verður sagt, at undirtøkan fyri Australia sum lýðveldi hevur ongantíð verið so lítil sum nú, eftir at myndugleikarnir fyri einum ári síðani samtyktu at leggja spurningin fyri fólkið.