Fyri bæði liðini er galdandi, at tey ikki teljast millum teirra, sum veruliga kunnu roknast at gera seg galdandi í ár. Hinvegin hava bæði liðini í løtum sýnt heilt gott hondbóltsspæl. Og tí er ikki óhugsandi, at tey eisini kunnu arga okkurt av ovaru liðunum, soleiðis at vónin um heiðursmerki kann birtast. Nakað sum tó uttan iva krevur ein sigur í dag.