Føroya Landsstýrið er nú fari undir eitt nýtt átak, ið skal gera tað lættari hjá borgarum, fakfeløgum, politikarum, fjølmiðlum og øðrum at fylgja við í lógararbeiðinum.
Framyvir fer verða møguligt hjá øllum at fylgja við hvørji uppskot hjá landsstýrinum eru send til ummælis. Tað skrivar landsstýrið á síni heimasíðu.
Við nýggja átakinum ynskir landsstýrið at tryggja størri opinleika í lóggávuarbeiðinum.
Til ber at síggja øll uppskotini, ið eru send til hoyringar, á heimasíðuni hjá landsstýrinum.

Vilja tryggja størri opinleika
















