Í kvøld bjóðar Skálavíkar kommuna øllum á kafé'ina á Mølini at heilsa upp á Elisabeth Myllhamar.
Eftir trúgva og drúgva tænastu hevur Elisabeth valt at gevast sum skrivari hjá Skálavíkar kommunu.
- Vit ynskja at takka henni fyri arbeiðið, hon so ótroyttiliga hevur gjørt fyri bygdina.
Á heimasíðuni hjá Skálavíkar kommunu verður sagt, at hugnaløta fyri innbodnum verður á nýggju matstovuni á Mølini, rópt Hjá Viggo.
- Klokkan 21 eru fólk vælkomin á kafé'ina at heilsa upp á Elisabeth Myllhamar, og her fæst eisini okkurt gott undir góman.
Í Skálavík vóna tey at síggja nógv fólk, sum vilja heilsa upp á megnar kvinnuna, sum hevur tænt kommununi og bygdini so væl.










