Tjóðveldisflokkurin vil hava at Løgtingsnevndirnar verða valdar av nýggjum, nú flokkurin hevur mist ein tingmann og samgongan hevur mist ein tinglim Tað er ikki bara Sambandsflokkurin sum vil hava, at nevndirnar í Løgtinginum verða valdar av nýggum, sum tað sæst longur niðri á Portalinum.
Tað vil Tjóðveldisflokkurin eisini.
Høgni Hoydal, floksformaður, sigur, at Tjóðveldisflokkurin roynir at fáa undirtøku í Løgtinginum fyri at velja løgtingsnevndirnar av nýggjum.
Hann vísir á, at Tjóðveldisflokkurin hevur mist ein tinglim, Karsten Hansen og at samgongan eisini hevur mist ein tinglim, Alfred Petersen.
Høgni Hoydal vísir á, at tá ið valið er av, verður tingið skipað í andstøðu og samgongu og valbólkar og nevndarsessirnir verða so býttir sundureftir tí.
Tá ið so ein flokkur og ein valbólkur verður broyttur, er tað púra greitt, at tað eigur at síggjast aftur í nevndarsamansetingunum, sigur hann.
Karsten Hansen er limur í Fíggjarnevndini og í Landsstýrismálanevndini. Samstundis er hann varalimur í Mentanarnevndini, men nú er líkt til at hann missir hesar tríggjar nevndarsessirnar.
Tað er mangt, sum bendir á, at tingnevndirnar verða valdar av nýggjum í dag sum ein annan dag.








