Svenski leikuídnaðurin vil steðga allari sølu av veruleikakendum leikuvápnum. Hetta kemur í kjalavørrinum av, at ein 20 ára gamal maður við autismu og Down syndrom hósdagin varð skotin og dripin av løgregluni, tí løgreglan helt, at leikuvápni, sum ungu maðurin hevði uppi á sær, var veruligt.
- Tað kann hava syrgiligar avleiðingar við sær, um leikuvápn verða mistikin fyri at vera verulig vápn. Tí halda vit, at øll vápn, sum kunnu misskiljast sum verandi verulig, skulu takast úr handlunum, sigur stjórin í felagnum Lek- och babybranchen, Alexandra Synnermark við dr.dk.
DR skrivar, at leikuvápni, sum 20 ára gamli Eric Torell bar, tá ið hann varð skotin í Stokhólm hósmorgunin, var sambært mammu hansara ein bílig leika, sum var til fimm ára gomul børn. Og nógv minni enn verulig vápn. Men løgreglufólkini, sum vórðu boðsend til Stokholm, har ungu maðurin var, upplivdu støðuna so mikið hóttandi, at tey valdu at skjóta. Síðani hava umboð fyri løgregluna vart seg við, at tað er sera torført at síggja mun á leikum og veruligum vápnum, tá ið ein stendur væl burtur frá.
- Stendur tú langt burtur ella sær leikuna frá ávísum vinklum, so er tað torført at síggja mun, sigur Alexandra Synnermark við dr.dk. Í leikuhandlinum Toys'R'us høvdu tey longu áðrenn hendingina hósmorgun tikið veruleikakend vápn av handilshyllunum, og nú heitir felagið Lek- och babybranchen á aðrar handlar um at gera tað sama, tó at tað enn ikki er nakað krav, men bert ein áheitan.