– Hevur landsstýrismaðurin tikið nøkur stig til at finna eina loysn sum ger, at fólk í Fugloy kunnu sleppa undan at flyta olju til oynna í tunnum?
Soleiðis ljóðar munnligur fyrispurningur frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum hann fer at seta Henriki Old, landsstýrismanni á tingfundinum í dag.
Løgtingsmaðurin spyr, um nøkur eftirmeting er gjørd av avtaluni viðvíkjandi oljuveiting í Skúvoy. Hann spyr eisini, um landsstýrismaðurin veit, um oljuveitarin er sinnaður at finna eina loysn líknandi henni, ið varð fingin i lag úti í Skúvoy.
Hann spyr eisini, um kommunan hevur vent sær til landsstýrismannin, um at finna eina loysn á hesum máli.
Kári P. Højgaard sigur, vísir á, at nú hevur skipanin staðið sína roynd, har táverandi Innlendismálaráðið, Skúvoyar Kommuna, SEV og Magn gjørdu eina samstarvsavtalu.
– Við hesi loysn kunnu borgarar í oynni bíleggja olju úr tangunum hjá SEV, fáa vøruna koyrda til húsini og fylt á tangan. Harvið hava hesir útoyggjabúgvar fingið somu góðu tænastu til oljuveiting, sum fólkið annars hevur í meginøkinum, sigur Kári P. Højgaard.
Hann vísir á, at tá arbeitt varð við hesi loysnini, var viljin stórur at finna slíka felagsloysn fyri hinar útoyggjarnar, men einki hevur verið at frætt síðan.
– Tó varð avtalað, at ein eftirmeting skuldi gerast av avtaluni. Avbjóðingin er stór fyri fámenta liðið á útoyggj, tí tunnurnar viga nærum 200 kg, og fólkatalið er støðugt minkandi, sigur løgtingsmaðurin.