Stendur tað til skúlaleiðsluna á Giljanesi, verður eingin munnlig próvtøka í skúlanum í ár.
»Av tí, at skúlalógin áleggur okkum lærarum at taka støðu í tí einstaka næminginum, kenna vit okkum ikki væl at trýsta næmingarnar upp til próvtøku í ár«.
Soleiðis skriva skúlastjórin og lærararáðsformaðurin fyri skúlan á Giljanesi í brævi dagfest 25. mai til fólkaskúladeildina í Mentamálastýrinum.
Ov lítil undirvísing
Leiðslan fyri skúlan vísir millum annað á, at 9. floks næmingarnir ikki hava havt vanliga undirvísing í vikuvís, orsakað av, at verkætlan, páskafrí starvsvenjing, skrivlig próvtøka og at enda verkfallið fullu saman.
»Allir næmingar makta ikki setningin (pensum) uttan undirvísing í skúlanum, tískil vilja vit ikki seta teir í eina pínliga støðu til próvtøkuna, og næmingarnir lata sær ikki slíkt lynda.«
Grundað á millum annað hetta mælir leiðslan til, at ársmet verða galdandi sum próvtøkumet í framhaldsdeildini í ár, og at allur juni mánaður í staðin verður brúktur til undirvísing, so ársætlanirnar kunnu halda.
Provokera ikki
Emmy S. Joensen, skúlastjóri, sigur við Sosialin, at ætlanin við brævinum ikki er at provokera, men at vísa á, at tað stendur illa til í skúlanum orsakað av verkfallinum, og at myndugleikarnir mugu fyrihalda seg til hetta.
Brævið frá skúlanum á Giljanesi varð skrivað meðan ósemjan á arbeiðsmarknaðinum enn var óloyst. Men hóast tað nú aftur verður vaskað í skúlunum og næmingarnir tískil eru slopnir í skúla aftur, er tað sambært Emmy S. Joensen framvegis ein sannroynd, at næmingarnir í 9. flokki hava fingið ov lítla undirvísing til at fara til munnliga próvtøku.
Einki svar er enn komið frá Mentamálastýrinum til leiðsluna fyri skúlan á Giljanesi. Tí hevur leiðslan broytt tímatalvuna, so næmingarnir í 9. flokki fáa intensivari skúlagongd enn vanligt. Hetta fyri at bøta eitt sindur um støðuna, um tað verður so, at næmingarnir verða noyddir at fara til munnliga próvtøku um fáar dagar.










