Hóast bert ein dystur er spældur í bólki E, so líkist tað longu nú eini finalu millum Italia og Kekkia um oddasessin í bólkinum. Og tað er ikki líkamikið, hvør teirra vinnu bólkin. Tveyarin í bólkinum skal nevnliga hitta vinnaran í bólki F, og tað verður eftir øllum at døma Brasil, og teirri uppgávuni vilja bæði Italia og Kekkia helst bíða nakað við enn.










