Vilja sleppa at síggja líkið av Gaddafi

Í libyska býnum Misrata standa fólk í langari bíðirøð eftir at sleppa at síggja líkið av gamla einaræðisharranum Muammar Gaddafi, sum liggur á einari madrassu í einum kølirúmi í einari handilsmiðstøð.

Tíðindastovan AP skrivar, at bæði menn, kvinur og børn standa og bíða, og at fleiri hava tikið myndatól við, so tey kunnu taka eina mynd av Gaddafi.

Tey avvarandi hjá Gaddafi, sum eru í Algeria, vilja hava líkið av Gaddafi og soninum Muatassim útflýggjað, og tey royna nú at fáa onnur lond at taka undir við kravinum. Tey hava eisini biðið altjóða samfelagið kanna, hvussu Gaddafi og sonur hansara doyðu, tí støðugt fleiri upptøkur vísa, at Gaddafi var á lívi, tá hann bleiv tikin, og at hann fekk eina harðliga viðferð frá uppreistrarmonnunum.

ST-mannarættindahákommiserurin hevur eisini sagt, at tað er neyðugt at fáa staðfest, um Gaddafi bleiv skotin, eftir at hann var tikin til fanga.

-Bleiv hann tað, so er tað krígsbrotsverk, sigur ein talsmaður fyri mannarættindanevndina hjá ST.