- Vit eru ógvuliga keddir av, at vit ikki sleppa at regulera kópastovnin.
Tað sigur formaðurin hjá fiskimonnum á Bornholm, Thomas Thomsen.
Hann er argur um, at Naturstyrelsen ikki vil geva loyvi til at skjóta teir kópar, sum eta fisk í gørnum hjá fiskimonnum.
Naturstyrelsen sigur í einum brævi, at kópar kunnu gera tað ógvuliga trupult hjá fiskimonnum í Eystursjónum.
- Jú, hetta er rættiliga trupult. Tað eru øki, har fiskaloysi snøgt sagt ræður orsakað av kópi, sigur Thomas Thomsen.
Um ein fiskimaður er heppin og fær fisk í sínum gørnum, er fiskurin ofta bitin av kópi.
- Vit eru tí ógvuliga keddir av, at vit ikki fáa loyvi til at regulera kópastovnin, sigur Thomas Thomsen.
Naturstyrelsen hevur tó sagt, at tey gjarna vilja í kjak við fiskimenninar um trupulleikan.
- Men tað eru vit jú longu nú, sigur formaðurin hjá fiskimonnum á Bornholm.