Vilja sleppa at fiska heimsins dýrasta fisk

Fiskimálaráðið hevur fingið eina umsókn um loyvi at fiska makrelstyrju.

Fiskimálaráðið hevur fingið eina umsókn um loyvi at sleppa at fiska makrelstyrju, sum er eitt tunfiskaslag og eitt av heimsins dýrastu fiskasløgum. Umsóknin er tann fyrsta í fleiri ár, og í Fiskimálaráðnum duga tey ikki at siga, nær umsøkjarin fær svar, ella hvussu stór ein møgulig kvota verður.

 

Norsku fiskivinnumyndugleikasrnir hava júst játtað einum skipi at royna eftir makrelstyrju í summar, og er hetta fyrstu ferð í næstan 30 ár, at norðmenn fiska makrelstyrju. Tá fiskivinnustýrið herfyri bjóðaði skipum at søkja, fekk stýrið 28 umsóknir, og sum skilst var tað nógv meiri, enn stýrið hevði væntað.

 

Norska kvotan í ár er 30 tons. Samlaða kvotan í Norðuratlantshavinum og Miðjarðarhavinum er 13.400 tons.

 

Føroyskir myndugleikar hava fyrr loyvt útlendskum skipum at royna eftir tunfiski í føroyskum sjógvi, og føroysk skip hava fiskað í altjóða sjógvi. Men tey seinastu árini hevur eingin áhugi verið her fyri hesum fiskiskapinum.

Tann dýrasti tunfiskurin, sum er seldur alment, fór fyri níggju milliónir krónur á fiskamarknaðinum í Tokyo í januar í fjør. Kiloprísurin lá um 35.000 krónur.