Vilja sleppa at býta pengarnar sjálvi

Tað hevur elvt til misnøgd hjá skótunum, at Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur gjørt av, hvussu pengarnir, sum verða játtaðir til skótarørsluna, skulu býtast.

 

Játtanin er hækkað nakað, men fíggjarnevndin hevur eisini gjørt av, at 750.000 krónur av játtanini skulu markast til at reka Skótadepilin á Selatrað, ið er ogn hjá KFUM Skótunum í Føroyum.

 

– Stuðulin til Føroya Skótaráð, ið er samstarvsráðið hjá skótaunum í Føroyum, eigur at vera latin uttan nakrar treytir, halda KFUK skótarnir. Tey siga, at soleiðis verður tað Skótaráðið sjálvt, sum umsitur stuðulin, so at hann kemur øllum trimum samskipanunum, og sostatt øllum skótum í Føroyum til góðar, ljóða boðini frá Skótaráðnum til Fíggjarevndina.

 

Tí mæla tey frá, at at ein partur av játtanini verður markað til at reka Skótadepilin á Selatrað fyri. Ístaðin mæla tey til, at Føroya Skótaráð fær heimild til at avgera, hvussu hesin rakstrarstuðulin skal býtast, soleiðis sum vanligt hevur verið.