Tað skal ikki longur vera eitt krav, at fiskurin, sum føroysk skip avreiða, skal seljast á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya.
Tað halda summir limir í Fiskivinnuráðnum.
Bæði Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag hava havt aðalfund og har eru formenninir báðir, ávikavist Hans Joensen og Georg F. Hansen, samdir um, at hetta verður ein vanlukka.
- Hetta tekur alt gjøgnumskygni burtur úr fiskivinnuni og fer stigvíst at økja um mongdirnar, sum ongantíð koma á virkini at verða víðari arbeidd, heldur Hans Joensen, sum sjálvur er limur í Fiskivinnuráðnum, har hann umboðar arbeiðsfólkið á fiskavirkjum.
Hann heldur, at hetta fer eisini at gera tað torført hjá fiski- og útróðrarmonnum, at fáa prís fyri fiskin og sum tískil verða taparnir í hesum máli.
Georg F. Hansen, sum er varalimur hjá Hans Joensen í ráðnum, sigur, at tey mugu stríðast av øllum alvi fyri at varðveita uppboðssøluna.
Teir siga, at bæði arbeiðarafeløgini arbeiða av øllum alvi ímóti hesum teir vænta og vóna, at til ber at steðga hesi ætlan.
Teirra krav er tvørtur ímóti, at allur fiskur skal avreiðast, flokkast og skiljast í Føroyum.
Ongin ætlan at linka krøvini
- Sum støðan er nú, eru ongar ætlanir um at gera tað lættari hjá skipunum at avreiða uttanlands.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Hann sigur tvørtur ímóti, at samgongan ætlar at bera so í bandi, at sum mest av fiskinum skal fáast til virkingar í Føroyum.
Tað stendur eisini beinleiðis í samgonguskjalinum.
Men samgongan fer seinni í ár viðgera spurningin um, hvussu okkara fiskivinna skal skipast sum heild.
Allir hesir spurningarnir verða tiknir upp í hesum sambandi.
Í hesum sambandi skal spurningurin eisini viðgerast um, hvussu nógv útlendingar kunnu eiga í føroysku fiskivinnuni.
Lítið uttanlands
Sum støðan er nú, kunnu skipini avreiða 25% uttanlands.
Restin skal umvegis uppboðssøluna hjá Fiskamarknaðinum og har stendur øllum frítt at bjóða, eisini teimum, sum ætla at flyta fiskin út óvirkaðan og útlendskum keyparum.
Hinvegin staðfestir landsstýrismaðurin, at tað eru ikki tær stóru nøgdirnar, sum verða avreiddar uttanlands.
Kortini verður undantak gjørt fyri stinglaks og onnur fiskaslø, sum ongin marknaður er fyri í Føroyum, tí skipini sum fiska tey, sleppa at avreiða uttanlands.
Uppboðssøla ella bryggjukantur
Jacob Vestergaard staðfestir, at summi eru av teirri áskoðan, at tað er bæði stríggið, tíðarkrevjandi og dýrt at selja fisk umvegis uppboðssøluna.
- Tað hevði verið lættari við einum kravi um, at fiskurin skal umvegis føroyskan bryggjukant, tí so kunnu føroyskir keyparar, sum eru kappingarførir, eisini allar møguleikar at fáa hendur á honum.
- Eru føroysk virki kappingarfør, fer fiskurin sjálvandi ongan veg.
- Eru tey ikki kappingarfør, er tað lættari at umskipa hann í eitt farmaskip og fáa hann av landinum til eitt virki, sum letur besta prísin, uttan at brúka tíð og pengar upp á at selja hann umvegis uppboðssøluna.
Jacob Vestergaard sigur, at ein annar møguleiki er at leggja avgjald á fisk, sum verður avreiddur uttanlands.
- Ein møguleiki er at skip, sum avreiða meiri enn 25% uttanlands, missa fiskidagar ella rinda eitt beinleiðis avgjald í landskassan, sigur hann.
Men tað er onki, sum bendir á, at ætlanin er at skipa so fyri, at tað skal bera til at avreiða stórar nøgdir uttanlands, leggur hann afturat.