Vilja seta føroyska veðurtænastu á stovn

Samgongan hevur nú sett pening av til at menna eina føroyska veðurtænastu

1. apríl 2009 yvirtóku føroyingar Veðurtænastu, ið higartil hevur umsitið ymiskar tænastur í samband við veðrið, so sum radiosonderingar tvær ferðir um samdøgrið, innlestur av veðurforsøgnum á telefonsvarara, veðurstøðirnar í Akrabergi, á Mykinesi, Fugloynni og Tórshavn og sum stendur fyri avfallsmátingum kring landið.


Javnan hevur tó verið frammi, at eingin føroysk veðurtænastu er, ið kann gera meira eftirfarandi forsøgnir um veðrið í Føroyum, men nú eru útlit fyri, at ein slík tænasta verður sett á stovn, átta ár eftir, at málsøkið bleiv yvirtikið.


Í fíggjarlógini fyri 2018 eru 400.000 krónur settar av til at menna eina føroyska veðurtænastu, og upplýst verður, at landsstýrismaðurin hevur fingið tilfar til vega um eina slíka tænastu.


- Játtanin hækkar við 400 tús. kr. í 2018 til at menna eina føroyska veðurtænastu. Landsstýrið hevur raðfest stigvísa menning av føroyskari veðurtænastu. Landsstýrismaðurin hevur fingið ávegis tilfar um, hvussu ein veðurtænasta kann mennast, stendur í uppskotinum.


Tað er ikki fyrstu ferð, at sitandi samgonga hevur nevnt møguleikan at menna eina føroyska veðurtænastu. Í ískoytispartinum til frágreiðingina hjá løgmanni á ólavsøku, bleiv málið eisini nevnt. 


- Góð veðurtænasta er ein týðandi partur av góðari tilbúgving. Í hesum sambandi fer landsstýrið, saman við serkønum í Føroyum, at taka stig til at lýsa, hvussu ein føroysk verðurtænasta verður ment, eins og lýst verður, hvønn tørv staðbundin fólk hava á tænastuni, stendur í ískoytispartinum til røðuna.