Vilja selja Bernabeu

Microsoft váttar, at Real Madrid hevur boðið KT-risanum at keypa navnarættindini á heimskenda leikvøllinum í Real Madrid

 

 

Síðani 1947 hevur Real Madrid spælt heimadystir sínar á sama leikvølli, og síðani 1955 hevur leikvøllurin verið nevndur Santiago Bernabeu.

 

Men tað kann skjótt gerast søga. Kring Europa hava fleiri stórfeløg selt navnarættindini á sínum stadion til altjóða handilsrisar, og nú sigst Real Madrid vera til reiðar at gera tað sama.

 

Stjórin í sponsku deildini hjá Microsoft, Maria Garana, hevur í øllum førum váttað fyri Antena 3, at tey hava fingið í boði at keypa navanrættindini til Bernabeu.

 

 

Enn er tó eingin avgerð tikin, um Microsoft skal fara í samráðingar við kongliga spanska stórfelagið um hetta.