Vilja síggja gos

Forvitin ferðafólk í túsundatali streyma nú til gosfjallið Mayon í Filipsoyggjunum, sum byrjaði at goysa fyri 14 døgum síðani. Gosfjallið er í landspartinum Albay, og guvernørurin har sigur, at í løtuni koma umleið 2.400 ferðafólk um dagin at eygleiða gosið.

Vanliga plaga umleið 200 ferðafólk at koma hagar um dagin hesa ársins tíð, men nú eru øll gistingarhúsini full, sigur hann.

Myndugleikarnir eru ikki fegnir um ferðafólkini. Tey halda ikki trygdarreglurnar, og tí stúra myndugleikarnir fyri, at onkur av teimum fremmandu fer ov nær sjálvum gosinum, skrivar AP.