Vilja minka skaðan

Bjørn Kalsø, Sambandsflokkurin, sigur, at flokkurin tekur undir við uppskotinum fyri at minka um skaðan fyri vinnuna

Sambandsflokkurin átalar, at landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum í sambandi við fiskidagarnar, kemur við so stórum broytingum í skipanini.

 

Bjørn Kalsø, framsøgumaðuri fyri Sambandsflokkin, er ikki serliga væl nøgdur við tær broytingar, sum landsstýrismaðurin sk´jýtur upp í lógini. Hann vísti á, at arbeitt verður við einari grundleggjandi broyting í fiskivinnuni og tí er tað ikki serlgia skilagott at gera stórar broytingar nú, segði Bjørn Kalsø.

 

-Men vit hava valt at taka undir við broytingaruppskotinum, tí vit harvið avmarka skaðan, sum annars hevði staðist av upprunaliga uppskotinum, segði Bjørn kalsø, Sambandsflokkurin