Vilja menna virksemi hjá ferðavinnubátum

Við endamálinum at menna, marknaðarføra og umboða ferðavinnubátarnar, er Felagið Ferðavinnubátar stovnað

Sunnudagin 21. oktober varð Felagið Ferðavinnubátar stovnað. Felagið er fyri bátar ella feløg, sum bjóða út fiski og sigli túrar.

Leingi hevur verði tosað um at stovnað eitt slíkt felag, og ein fundur varð hildin í Vestmanna í maimánaði og avgjørt varð at stovna felagið. Hetta bleiv so gjørt 21. oktober, tá stovnandi aðalfundur varð hildin.

Nevnd varð vald á fundinum, og í henni sita Petur Simonsen, formaður, Magni Blástein, Magni Garðalið og Hávarður Enni.

Nevndin er í ferð við at leggja eina arbeiðsskrá tilrættis, og tiltøk fara at verða fyriskipað í vetur, ið viðkoma ferðavinnubátum. Umframt tað arbeiður nevndin við at gera marknaðarføringstiltøk uttanlands. Felagið kemur at arbeiða tætt saman við Samvit, við menning av hesum spennandi partinum ferðavinnuni.

Endamálið við felagnum er m.a. at menna, marknaðarføra og umboða hesa vinnu. Millum fyrstu tiltøk felagsins er at skapa samstarv viðmyndugleikar, so sum Skipaeftirlitið, Samvit, tryggingarfeløg og heilsølur.

- Fleiri bátar eru longu blivnir limir, og væntandi leggjast fleiri afturat komandi tíðina. Øll áhugaði er vælkomin at seta seg í samband viðfelagið, sigur Petur Simonsen, formaður felagsins.