Rík matmentan
Mortan í Hamrabyrgdi sigur:
-Vit eiga eina rættiliga ríka og einastandandi matmentan, men kanska hevur hon verið nakað afturlatin fyri umheimin. Báðar vegir. Føroyska matmentanin hevur ikki latið seg ikki ávirka av rákum uttaneftir og hevur ei heldur ikki givið altjóða gastronomiini nakað. Vit eru lítil og fáment tjóð langt úti í Norðuratlantshavi, hugsar onkur. Ja, vit eru fá í tali, men kortini hava vit eitt øgiligt náttúru-ríkidømi rundan um okkum og eitt fólk við evnum sum hava klárað at bygt eina mentan á hesum klettum.
Nýggi Føroyski Køkkurin (NFK) samansjóvar matlistarlig evni, nýggj tøkni og nýggja vitan og síðani verða hesi applicerað á siðbundnan føroyskan mat. Eitt nú ræsta universið, ið av sonnum er føroyska íkastið til altjóða gastronomi.
Burtur úr hesum koma nýggir smakkir, nýggir strukturar, nýggir konsistensir og nýggjar upplivingar. Tað visnaða, ræsta og turra verður ment og tikið eitt stig víðari. Tjóðarbyggingini, tjóðar-brandingini at frama. Og ikki minst matstovuvinnuni og ferðamannavinnuni her á landi.
Føroyaka rótin
Nýggi Føroyski Køkurin er evnaður til altjóða gómar á einum altjóða palli, tó uttan at sleppa føroysku rótini. Í NFK er høgt til loftið og vítt til veggja og tað skal bera til at rætta ein hond út í heim. Uttan at missa seg sjálvan. Okkara siðbundni matur er sterkur og livir væl í fólkinum. Tað eiga vit at fegnast og vera errin um. Tí tolir hann eisini at lata seg upp fyri onnur.
Sum partur av verkætlanini hevur NFK leitað saman við spanskari mentan, ið vit á fiskivinnu-økinum frammanundan hava eina felags søgu við.
Góð fólk í Spania hava loftað okkara bólti og bjóða samanspæl og mótspæl við aldargomlu sjerri-mentanini í Andalusia. Nýggj vitan er komin undan kavi, ið vísir ein slektskap millum mikroorganismurnar í tí føroyska ræsta og í teimum andalusisku sjerri-sløgunum. Tað snýr seg um neurotransmittaran glutamat í tí ræsta og evnið diketopiperazin í sjerri. Í stuttum ein søga um japanska fyribrigdið ‘umami’.
Fyrsti royndartúrurin
Hin fyrsti royndartúrurin við NFK fyri innbodnum fór av bakkastokki í vár í fjør og hin seinni í heyst.
Leygarkvøldið 29. november vóru umboð fyri almennu Føroyar, herundir eisini Føroya Løgmaður boðin at royna Nýggja Føroyska Køkin.
Á matarskránni var millum annað fiskasúpan úr røstum og visnaðum fiski og royktum røstum lambskjøti. Ísur úr ráum saltfiski var tilgjørdur við serligari maskinu, PacoJet. Tulkingar við røstum fiski og garnatálg vóru eisini borðreiddar. Millum var annað var garnatálgin gjørd lættari sum skúm. Hetta kann eitt sifon-tól gera. Eitt nýtt boð uppá ræst kjøt og súpan var eisini roynt. Og sum nakað heilt nýtt ein dessert við ísi úr føroyskum hvíta og sjokolátu-krem kryddað við atomiseraðum krotum.
Úrvald sjerrisløg til tað ræsta
Afturvið hesum ymisk sløg av sjerri-sløgum frá úrvaldum sjerri-húsum.
Mortan í Hamrabyrgi var sjálvur í Spania í heyst og tosaði við sjerri-bóndurnar um sløgini sum skuldi brúkast til NFK. Millum annað Manzanilla frá Pedro Romero, Fino og Amontillado frá Fernando de Castilla, Oloroso frá El Maestro Sierra og Pedro Ximenes frá Tradicion.
Mortan í Hamrabyrgi sigur: -Hetta er krevjandi arbeiði og krevur nógva tíð og ressursir frá okkum, men vit brenna fyri verkætlanini og fara at halda fram til rokkið er á mál.
Og fyri at endurtaka eina ferð afturat. NFK er ikki nakar einstakur sannleiki uppá at nýtulka føroyska matmentanin og ei heldur ein royna at niðurgera okkara siðbundna mat. Tvørturímóti ein opin og dynamiskur fagnaður!










