Vilja leggja ísvøllin á Torginum í Vágsbotni

Býráðið kannar nú ymsar møguleikar fyri, hvar ísvøllurin skal fáa fast pláss í framtíðini. Og summi alda, at Torgið í Vágsbotni er serliga áhugavert

Vilja leggja ísvøllin á Torginum í Vágsbotni

 

Býráðið kannar nú ymsar møguleikar fyri, hvar ísvøllurin skal fáa fast pláss í framtíðini. Og býráðslimir halda, at Torgið í Vágsbotni er serliga áhugavert

 

Nú fer býráðið í Havn at kanna møguleikin fyri at geva ísvøllinum, sum plagar at vera í Havn um vetrarnar, fast pláss niðri í Vágsbotni.

 

Tórshavnar Býráð hevur annars gjørt av at leiga ein ísvøll, so at havnarborgarar, og vitjandi í Havn, aftur sleppa at skreiða á skoytum í vetur.

 

 

Les meiri her: Sleppa afturat skoyta í Havn í vetur

 

 

Enn er ikki endaliga avgjørt, hvar ísvøllurin verður lagdur, men tað er alt, ið talar fyri, at hann aftur í vetur verður lagdur á Vaglið, har hann eisini hevur ligið seinastu árini.

 

Annars hevur ísvøllurin ferðast kring býin, síðani tann fyrsti varð settur upp í 2011. Hann hevur verið á Skálatrøð, í Kommunuskúlagarðinum og hesi bæði seinastu árini hevur hann verið á Vaglinum.

 

Men í býráðnum ætla tey nú at finna eitt pláss, har ísvøllurin kann liggja á hvørjum ári, og nú fara tey at leita eftir tí rætta staðnum.

 

Og nakrir møguleikar eru at velja ímillum, men kortini vísir umsitingin hjá býráðnum á, at í sjálvum miðbýnum eru møguleikarnir avmarkaðir.

 

Men hinvegin kann ísvøllurin verða ein partur av eini framtíðar býarætlan, har hann kanska kann verða ein partur av torginum í Vágsbotni, ella hann verða á Skálatrøð, í sambandi við Tjóðleikhúsið, sum ætlanin er at byggja har.

 

Men ísvøllurin er skjótur at seta upp og at taka niður, so tað ber eisini til at royna seg fram, sigur umsitingin.

 

Men serliga verður hugsað um trý pláss, har ísvøllurin liggur væl.

 

Fyrsta staðið er Torgið í Vágsbotni, sum er ein partur í miðbýarætlanini.

 

– Tað er væl hugsandi, at ein ísvøllur kann fáa fast pláss har um veturin. Økið liggur í hjartanum í miðbýnum og við trappuni sum áskoðarpláss og kaffistovunum út eftir bryggjukantinum er hetta ein eyðsæð staðseting, sigur umsitingin. Í Vágsbotni er pláss fyri einum ísvølli upp á 400 fermetrar

 

Annað staðið er Vaglið, har ísvøllurin hevur staðið hesi bæði seinastu árini, og har hon hevur staðið væl, hóast hendinga mótmæli er komið um at handlar missa viðskiftafólk. Har er eisini pláss er fyri einum vølli upp á 400 fermetrar.

 

Ein triði møguleiki, sum er umhugsaður, er at leggja vøllin ímillum Tinghúsvøllin og Bókhandilin. Hetta er ikki roynd áður, men tað er eisini í hjartanum í miðbýnum. Og sostatt verður ísvølurin sjónligur í býarmyndini og og kann draga fólk til gongu, til sín. Har er pláss fyri einum vølli upp á 250 - 350 fermetrar.

 

Men ísvøllurin kann eisini leggjast á Skálatrøð, har tað eisini er pláss fyri einum vølli upp á 400 fermetrar. Ein heilt annar møguleiki er at leggja hann á Frúutrøð. Tað er ikki í miðbýnum, men har kann vøllurin afturfyri standa longri. Og har er pláss fyri einum vølli upp á 500 fermetrar.

 

Og harafturat kann ísvøllurin leggjast á Glasheyggi. Tað er heldur ikki mitt í býnum, og eisini har kann vøllurin standa longri enn hann kann mitt í býnum. Á Glasheyggi er pláss fyri einum vølli upp á 400 fermetrar.

 

Umsitingin í býráðnum heldur, at ísvøllurin liggur best í Vágsbotni og nú hevur  Byggi- og býarskipanarnevndin samtykt at biðja umsitingina lýsa tann møguleikan betur.

 

Á býráðsfundi í Havn hóskvøldið mælti Annfinn Brekkstein, sum er býáðslimur fyri Sambandsflokkin, staðiliga frá at leggja ísvøllin á Skálatrøð, tí so verða fleiri parkeringspláss løgd undir ís. Og er tað nakað, sum trot er á í Havn, er tað parkeringspláss, so tað ber ikki til at taka fleiri parkeringspláss til ein ísvøll, heldur hann.