Vilja leggja flotan fyri at fáa oljuna burtur

Lítið er at ivast í, at oljuútreiðslurnar hjá fiskimonnum, sum sigla við partrolarum og lemmatrolarum, hevur fylt nógv á landsfundinum hjá Føroya Fiskimannafelag í dag.

Tá Portalurin hugdi fram við seinnapartin og tók nakrar myndir, spurdi ein av stjórnarlimunum, Andreas Berglíð, um fiskimenn eru sinnaðir at leggja fiskiflotan, um hetta skal til fyri at fáa luttøkuna hjá fiskimonnum í oljuútreiðslunum burtur úr aftur sáttmálanum.

Talið av fiskimonnum á landsfundinum í dag liggur um 63 og soleiðis, sum Portalurin skilti mongu svarini úr salinum upp á fyrispurningin hjá Andreasi Berglíð, vóru allir, sum lótu hoyra frá sær, til reiðar at leggja fiskiflotan, um hetta verður neyðugt.

Fiskimenn, sum Portalurin hitti á gólvinum hesa løtu, vit steðgaðu, søgdu eisini, at luttøkan í oljuútreiðslunum við partrolarum og lemmatrolarum er ein rættiliga stórur og tungur postur.

- Vit hava skilt, at fiskimenn, sum eitt nú sigla við teimum størru partrolarunum, hava goldið upp í einar 65.000 krónur í oljuútreiðslum í ár.

Oljuútreiðslurnar við teimum smærru partrolarunum eru lutfalsliga minni enn við teimum størru trolarunum, men sambært tí, ið fiskimaðurin segði og við talinum á fiskimonnum umborð á einum partrolara í huga, skiltist, at samlaða luttøkan hjá manningini á einum pari yvir eitt ár helst liggur millum hálva og hálva aðru miljón krónur.

- So siga tey, at fiskivinnan í Føroyum ikki fær stuðul. Hetta er ikki bara peningur, sum manningin rindar fyri reiðararnar, men hetta er eisini peningur, sum ikki kemur til skattingar, og soleiðis missa bæði land og kommunur skattainntøkur, segði fiskimaðurin, sum Portalurin skifti orð við.