Vilja lækka valaldurin niður í 16 ár

Valaldurin skal lækka niður í 16 ár

Tað halda limirnir í framhaldsdeildini, sum í gjár og í dag hava mannað ungdómstingi á Føroya Løgtingi.

Tað vóru næmingarnir í Miðvágs-Sandavágs Skúla, sum løgdu uppskot fyri Ungdómstingið um at lækka valaldurin so at rætturin til at velja verður lækkaður niður í 16 ár.

Men tað var við teprum meiriluta, at uppskotið varð samtykt, tí 17 atkvøður av teimum 33 vóru fyri at lækka valrættaraldurin og 15 atkvøður vóru ímóti.

Tey, sum eru ímóti at lækka valaldurin halda, at tey eru ikki myndug fyrrenn tey eru 18 ár og at tað er hóskandi, at valaldurin fylgir tí.

Hinvegin siga uppskotsstillararnir, at vallógini hevur einki krav um at vera búgvin politiskt ella hava serstakan intelligens fyri at taka eina

politiska støðu og valaldurin snýr seg júst um tað: At taka støðu.

- Tað verður væntað av teim ungu, at tey taka avleiðingar sum vaksin, og tey krøv, sum samfelagið setir teim ungu, eru ikki í samsvari við, at vælrættaraldurin er 18 ár.