Vilja lækka prísin á streymi

Í morgin skulu kommunurnar í Føroyum taka støðu til um prísurin á streymi skal lækkast næsta ár

Í morgin hevur elfelagið, Sev, eykaaðalfund og tá fara tey eisini at leggja uppskot fram um at lækka prísin á streymi.

Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í Sev, sigur, at nevndin fer at skjóta upp, at prísurin lækkar fimm oyru fyri kilowatti.

Í dag rindar eitt vanligt húsarhald 1,51 krónur fyri hvørt kilowatt av streymi, men verður príslækkingin samtykt, lækkar prísurin niður í 1,46 krónur næsta ár. Men harafturat kemur so mvg.

 

Og sum er, rinda teir stóru vinnukundarnir 1,15 krónur fyri kilowattið, men næsta ár er ætlanin, at tann prísurin skal lækka niður í 1,10 krónur.

Men príslækkingin er treytað av, at eykaaðalfundurin samtykkir tað í morgin.

Eykaaðalfundurin skal eisini taka støðu til fíggjarætlanina fyri næsta ár hjá Sev-

 

Hetta verður samstundis seinasti fundurin hjá hesi nevndini í Sev.

Kommunuval hevur akkurát verið, og tað merkir, at Sev skal hava nakrar nýggjar nevndarlimir, tí summir av teimum, sum nú sita í nevndini, vórðu ikki valdir aftur, eitt nú nevndarformaðurin sjálvur.

Sev plagar at hava regluligan aðalfund í mars ella í apríl, og tá verður nýggj nevnd so vald.