Vilja kempa fyri Oyggjaleikum

Lerwick: Føroysku badmintonsspælararnir vóru vónbrotnir, tá ið tíðindini bórust um, at badminton verður ikki við á Oyggjaleikunum á Rhodos um tvey ár.
 Um vit ikki hava Oyggjaleikirnar at stíla eftir, so rokni eg við, at tað fer at ávirka hugin at venja. Oyggjaleikirnir hav a verið við til at styrkt munandi um føroyskt badminton, sigur Bjartur Lamhauge, ein av føroysku spælarunum á Oyggjaleikunum.
Tað hoyrist, at tey, sum varða av badminton á teimum ymsu oyggjunum, sum eru við til Oyggjaleikir, ætla at gera eina seinastu roynd fyri at fáa badminton við á Rhodos í 2007.
 Um vit ikki sleppa við til Oyggjaleikirnar næstu ferð, so er ein møguleiki at skipa fyri einari kapping millumtær oyggjarnar, sum plaga at luttaka í badminton, sigur Bjartur Lamhauge.