Vilja ikki verða snýtt einaferð afturat

Sandoyingar eru snýttir einaferð fyrr og tað vilja teir ikki verða einaferð afturat

Sandoyingar eru varnir. Teir eru snýttir einaferð og tí tora teir ikki enn at gleða seg.

 

Tað sigur Katrin Petersen, sum stendur fyri Vakstrarætlanini fyri Sanoy.

 

Í kvøld skipa Vakstrarætlanin og valfeløgini í Sandoy fyri borgarafundi í Deplinum í Skálavík um tunlasemjuna, sum allir flokkar á tingi hava gjørt.

 

Við á fundinum vera løgtingslimirnir í oynni – Páll á Reynatúgvu, Gerhard Lognberg og Brandur Sandoy – og harafturat vera Kaj Leo Johannesen løgmaður, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður á økinum, og onnur við á fundinum.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvussu Katrin Petersen metir um støðuna í Sandoy nú upp undir borgarafundin í kvøld.